Tórshavnar kommuna skrivar:
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur givið Tórshavnar kommunu loyvi at fara í gongd við stóru útbyggingina av Tórshavnar havn. Heilsu- og Innlendismálaráðið valdi sostatt ikki at fylgja tilmælinum hjá almennu býarskipanarnevndini.
Heilsu- og innlendismálaráðið metir, at Tórshavnar Kommuna hevur víst á sakligar og rímuligar grundgevingar fyri, hví tað er skilagott at broyta byggisamtyktina, so Tórshavnar Havn kann byggjast út.
Tilboðini at útbyggja Tórshavnar Havn vórðu latin upp í mars mánað. J&K Petersen hevði lægsta tilboð, 387 milliónir. Í dag er so byggiloyvið latið til Tórshavnar havn.
Á myndini síggjast f.v. Marius Múller, deildarleiðari á byggi- og umhvørvisdeildini, Kári Jacobsen, byggimálsviðgeri, Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini, og Jónsvein Lamhauge, havnarfúti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald