2017-03-01 10:49
Eftir valið í fjør eru 10 nýggj fólk komin í staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu. Hósdagin 23. februar var felagsfundur hildin í Reinsarínum fyri nýggju nevndunum.
Borgarstjórin, Annika Olsen, beyð limunum í nevndunum vælkomnum og nýtti eisini høvi at heilsa upp á allar limirnar.
Síðani varð kunnað um arbeiðið í staðbundnu nevndunum.
Birita Wardum, býararkitektur, tosaði um bygdaætlanirnar, Gunnar Djurhuus, økissamskipari, greiddi frá um vetrarfriðing og Oyggjadagin 2017, sum verður 27. mai.
Jákup Dam, býráðslimur, kunnaði eisini um arbeiðið í ??kisnevndini, sum arbeiðir yvirskipað við bygdunum í Tórshavnar kommunu.
Seks staðbundnar nevndir eru í kommununi, og trý bygdaumboð eru í hvørjari nevnd. Harumframt er borgarstjórin formaður í øllum nevndunum og ein býráðslimur eisini limur.
Tórshavnar kommuna hevur eina skrivstovu, sum samskipar alt arbeiðið hjá staðbundnu nevndunum og økisnevndini. Umframt Gunnar Djurhuus situr Nanly Guðmundsson sum skrivar.
Kelda: Tórshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald