Vinna
Tórshavn søkir eftir: Vinnu og økissamskipara
...
2013-07-12 00:18
Jóanis Nielsen Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri at byggja upp tænastur til vinnulívið í Tórshavnar kommunu? Og kundi tú hugsað tær at ment samstarvið millum ymisku landafrøðiligu økini í Tórshavnar kommunu?So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt nýtt starv sum vinnu- og økissamskipari í Tórshavnar kommunu.
Uppgávan
Starvið fevnir um tvinnar høvuðstættir:
??? Tú skalt skipa samstarv við og byggja upp tænastur til verandi og komandi vinnulív í Tórshavnar kommunu. Tú tryggjar vinnuni skjóta og lætta atgongd til landsins størstu kommunu og arbeiðir fyri at kommunan fær ein sjónligari vinnuprofil.
Endamálið er at skapa eitt tættari dagligt samskifti við vinnuna, soleiðis at kommunan veit, hvat vinnan vil, og vinnan veit, hvønn hon skal venda sær til í Tórshavnar kommunu.
??? Tú skalt somuleiðis samskipa og gera arbeiðið hjá økisnevndini í Tórshavnar kommunu sjónligt.
Endamálið er skapa eitt tættari samstarv millum økini og umsitingina hjá Tórshavnar kommunu soleiðis, at kommunan verður samansjóðað og øll øki kenna seg sum part av høvuðsstaðarkommununi.
Vit vænta, at uppgávurnar hava við sær eitt stórt uppsøkjandi arbeiði. Tú tekur stig til átøk, tiltøk, samskifti við ymiskar áhugabólkar og mennir tænastur og kunnandi tilfar.
Starvið er staðsett í Snarskivuni, men inniber tætt samstarv við Vinnunevndina og ??kisnevndina eins og stjórn kommununar og aðrar partar av kommununi.
Førleikar
Vit leita eftir starvsfólki við viðkomandi útbúgving og/ella royndum innan menning, samskipan og vinnulív.
Tað er av stórum týdningi, at tú ert tænastusinnað/ur, nýhugsandi, opin og virksom/samur. Haraftrat er umráðandi, at tú trívist í leiklutinum sum samskipari, samskiftari og stigtakari.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við viðkomandi fakfelag og skjótast til ber.
Talan er um fulltíðarstarv.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og viðmælum skulu íseinasta lagi 25. juli 2013, kl. 12.00latast:
Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn,
ella sendast til[email protected]
Merkið umsóknina: Vinnu- og økissamskipari til Snarskivuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald