Í Reykjavík er tað, í Nuuk er tað, í Keypmannahavn er tað, í nógvum býum í øllum heiminum er tað og sjálvandi eisini í Tórshavn. Marathon nummar 15 nærkast og vit bjóða øllum við.
Leygardagin 3.juni fyllist Tórshavnar býur við føroyingum og
útlendingum, sum fara at renna maraton, hálvt maraton, hálvt gongumaraton og
Heilsurenning. Tilmeldingin hevur verið støðug, síðani hon lat upp í fjør og
enn er tilmeldingin opin.
Seinasta ár settu vit markið til 500 og tá var fullteknað og
gravgangur var eftir startnummurum. Í ár hava vit økt um luttakartalið og hava
sett markið til 750. Rennarar koma úr øllum heiminum til heilt og hálvt
marathon, saman við føroyingum, ímeðan føroyingar seta dám á gongu
hálvmarathon. Aftur í ár hava vit heitt á Rynkeby súkklarar um at seta dám á
tiltakið og súkkla við fremstu rennararnum og at súkkla aftur og fram eftir
Kaldbaksvegnum.
Fyri at órógva minst møguligt, er rutan broytt aftur til
upprunaligu rutuna, soleiðis at runnið verður frá Vaglinum, yviri við Strond,
eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur
yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon
er beint áðrenn Sund og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og
sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur
rennast yviri við Strond og so beina leið niðan á Vaglið.
Startnummar skal heintast í SMS fríggjadagin frá kl. 10 til
18 og leygardagin í Snarskivuni frá kl. 11.00
Heilsurenningin aftur á skránni
Vælkenda Heilsurenningin, ið lá í dvala til í fjør, verður
aftur á skránni í ár og verður fyriskipað saman við Fólkaheilsuráðnum.
Heilsurenningin er fyri øll, sum vilja út at røra seg og er samstundis, sum
Tórshavn Maraton. Teinurin er uml. 5 km. Tilmeldingin fer fram á renn.fo og
annars í SMS fríggjadagin 3.juni frá kl. 10.00-18.00.
Latið bilin standa
Startskotið til Tórshavn Maraton og Heilsurenningina verður
á Vaglinum leygardagin 3.juni kl. 13.00. Ferðslan verður tí avmarkað í býnum og
á vegnum til Kaldbaksbotn og Kaldbak, men fryntlig vaktarfólk standa við
síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er. Vit vóna, at so nógv sum gjørligt
koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl,
eitt róp ella klapp ger undurverkir fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman
í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til
ein veitsludag.
Vit gleða okkum og tit eru vælkomin við út á gøturnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald