Ítróttur

Tórshavn Marathon skotið í gongd

...

2015-06-13 14:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tórshavn.fo skrivar:

- Hetta er trettandu ferð, vit halda Tórshavnar Marathon. Eins og í fjør byrja og enda vit her á Vaglinum. Her eru hundraðtals fólk í dag, harav smá hundrað eru útlendingar úr fleiri enn 20 londum. Sum nakað nýtt er samstarv gjørt við ein bólk í Krabbameinsfelagnum um, at gongufólk hesaferð eisini hava møguleika at ganga hálvt marathon, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann í morgun setti marathonrenningina á Vaglinum.

- Eg eri sera fegin um samstarvið við Krabbameinsfelagið. Hjá tí fyrsta marathonrennaranum, sum rann úr Marathon til Athen við gleðiboðunum um, at grikkar høvu rikið persarar aftur, galt um bæði at vísa dirvi og at renna so skjótt sum møguligt. Hann bar boð í bý - men hann datt deyður á vøllin, tá hann hevði borið gleðiboðini!

- Onkur hevur sagt, at lívið er eitt langt marathon. Men tað snýr seg ikki altíð um at koma fyrst. Tað kann eisini snúgva seg um at vera djarvast, tí á byrjunarlinjuni eru vit øll ræðuskítar. Eitt marathon kann tí vera ein metaforur fyri alt lívið, vit eru øll rennarar, summi renna bara skjótari enn onnur. 

- Men tað er fyri so vítt líkamikið, um tú vann, lá í miðjuni ella komst seinast um málstrikuna. Tað týdningarmesta er, at tú kanst siga við teg sjálvan: ???Eg kláraði tað!??? 

- Eingin ivi er um, at renning hevur stóran heilsuligan týdning. Sum likamsvenjing er renning eisini grundarlag undir øðrum ítrótti, eins og renning er gott ítriv hjá so mongum, ið als ikki luttaka í kappingarítrótti. Vit í Tórshavnar kommunu hava í mong ár lagt okkum eftir at skapa karmar fyri renning, bæði við at endurnýggja gomlu bygdagøturnar og at gera nýggjar, eins og vit hava bygt eitt nú Tórsbreyt.

- Men at renning ikki bara snýr seg um kapping, men eisini um heilsu yvirhøvur, sæst júst av tí, sum hendir her í dag, at her eru tilboð til okkum øll, ið hava hug at luttaka. Aftur í ár er talan um eitt sera stórt tiltak við útlendskari luttøku, sum ógvuliga hóskandi er lagt dagin eftir Mentanarnáttina, nú nógv tiltøk og nógv fólk annars eru í býnum.

- Tað er sjálvandi ein avbjóðing og ofta ein fløkt uppgáva fyri Tórshavnar kommunu, at vegir eru stongdir um part av býnum, meðan kappingin fer fram. Men, sum eg havi sagt áður - kunnu tey hava marathon í Athen, New York, Berlin, London og nógva aðrastaðni, so ber ikki til, at vit ikki eisini klára at bjóða fólki eitt dygdargott marathon í Havn.

- Tað skylda vit bæði okkum sjálvum og teimum útlendsku gestunum, sum vitja tiltakið. Og ongin ivi er um, at tit duga væl at selja tiltakið, tí alt fleiri og fleiri ferðafólk koma hendavegin í sambandi við kappingina. Og vit síggja nógvar góðar og stórar møguleikar í hesum.

- Tá renningin verður skipað dagin eftir Mentanarnáttina, so fáa gestir í býnum helst eitt stórt upplivilsi. Nógv undirhald og nógvir áskoðarar eru eisini í býnum. Vit vita, at hópur av fólki ferðast kring heimin at renna marathon. Men tað er nakað serstakt at renna í Føroyum. Vit hoyrdu til dømis í fjør, hvussu útlendingar reypaðu vítt og breitt í elektronisku miðlunum, at tey høvdu runnið í Føroyum.

- Fyri tey er hetta serstakt og veruliga nakað at skriva heim um. Lat okkum tí taka væl ímóti teimum, vísa teimum størsta gestablídnið og geva teimum eitt upplivilsi, tey seint gloyma.

- Eg skal takka tykkum øllum, ið skipa fyri, Bragdinum, sum stendur fyri átakinum og ger eitt veldugt arbeiði, og VisitTórshavn og VisitFaroeIslands, sum lyfta tiltakið upp á eitt nýtt støði sum eitt altjóða event við útlendskum fjølmiðlum og marknaði fyri eyga. Takk til tykkum í Krabbameinsfelagnum og ein stór tøkk til teir mongu vaktirnar, sum gera eitt stórt arbeiði í dag!

- At enda skal eg aftur heita á øll í ymsu býarpørtunum at heppa, tá rennararnir koma framvið teirra øki. Lat okkum hoyrast útum býin í dag! Takk fyri øll somul. Eg ynski tykkum øllum somlum ein spennandi og góðan dag. Hervið er Tórshavnar Marathon 2015 sett, segði Heðin Mortensen at enda.










Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder