Ítróttur

Tórshavn Marathon og FM í Maraton verður í dag

...

2013-09-01 15:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag skipar Bragdið fyri Tórshavn Marathon 11. árið á rað. Tey, ið ikki hava hug og orku at renna eitt heilt marathon, kunnu eisini royna ½ marathon, sum eins og vanligt eisini er á skránni í ár. ???Rør teg???Tórshavn??? er eisini partur av tiltakinum sunnudagin, og í tí sambandinum er møguligt at renna 2,2 km ella 5,5 km. 

Aftur í ár verða nógv við í maratonkappingini. Bróðurparturin er tó útlendingar, sum eru komnir til Føroya á rennivitjan. Føroyingarnir fara í sínum lagi at berjast um FM-heitið í maraton. Bæði í opnum bólki hjá monnum og kvinnum, í veteranbólkinum hjá monnum og kvinnum og í superveteranum hjá monnum. Treytin fyri at luttaka í FM-kappingini, er at luttakari er limur í føroyskum frælsum ítróttarfelagi. Luttakarar kunnu í sambandi við Tórshavn Marathon tekna seg sum lim í onkrum av feløgunum, og sostatt kappast um FM. Tað er sjálvsagt ein ávís prestiga at gerast landsins meistari í maratonrenning, og aftur í ár eru fleiri góðir rennarar klárir at taka dysitn upp við longsta olympiska renniteinin. Enn er møguligt at tekna luttøku, men fyribils sær út til at FM-kappingin hjá monnum kann gerast ein spennandi kapping millum tríggjar Bragdarennarar. Tað er verjandi FM-vinnarin Eirikur Hansen, Niels Poulsen og Cecil Weihe, sum vann FM og Tórshavn Marathon fýra tey fyrstu árini kappingin var hildin ??? árini 2003 ??? 2006.

Tíverri sær einki serligt út við føroyskari luttøku hjá kvinnunum. Einans tríggjar føroyskar kvinnur eru komnar á listan fyribils, men vónandi legst onkur afturat innan sunnudagin, tað skrivar renn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder