2016-07-13 22:25
Í eini tilgongd at avmarka ferðsluna undir Bryggjubakka, og í tí sambandi at raðfesta trygdina hjá teimum gangandi og at veita frið til sølu og útiborðreiðan, hevur Tórshavnar Kommuna sett upp mekaniskar pullartar undir Bryggjubakka.
Pullartarnir verða tiknir í nýtslu hósdagin 14. juli kl.11.
Frá kl. 6 til kl. 11 á morgni verða pullartirnir ikki brúktir. Tá ber til at avgreiða alla vøru- og arbeiðskoyring uttan forðingar.
Tey, sum starvast í økinum, íbúgvar og veitingarvirki, fáa eina kotu, so tey kunnu sleppa framvið pullartunum. Tó verður heitt á øll um at avmarka ferðslu og parkering í økinum mest møguligt.
Pullartarnir verða í fyrsta umfari bert brúktir summarhálvuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald