Favoritturin vann. Tað gjørdist Torkil Veyhe, sum í gjár gjørdist FM vinnari í landavegsúkkling.
Kappast var á teininum millum Wenzel P/F og Gomlurætt. Opin bólkur skuldi koyra hendan teinin fýra ferðir og motionistar, kvinnur og unglingar tvær ferðir.
Tá tey stóru umførini vóru koyrd skuldu fýra smá umfør koyrast. Hesi vóru á økinum kring Tekniska Skúla. Startur og mál var við Bilasøluna hjá Wenzel!
Torkil vann sannførandi, og hann koyrdi teir umleið 80 km uppá 2 tímar 22 minuttir og 22 sekund. Næstur honum gjørdist Gunnar Dahl-Olsen. Triðjur á mál gjørdist Sigmund Olsson.
??rslit:
Opin bólkur, 80 km landavegsúkkling:
1. Torkil Veyha, 2.22.22
2. Gunnar Dahl-Olsen, 2.26.09
3. Sigmund Olsson, 2.34.35
Motionistar, 40 km landavegsúkkling:
1. Jan Hjaltalin 1.28.01
2. Rógvi Róin 1.29.06
3. Jógvan Johan Lorenzen 1.37.00
Kvinnur, 40 km landavegsúkkling:
1. Svanna Poulsen 1.48.45
Unglingar, 40 km landavegsúkkling:
1. Florian Braumswig 1.41.31
Súkklarar skulu aftur kappast í dag. Í dag verður kappast um FM heitið í einkultstarti. Koyrt verður í Vágunum, og byrjað verður kl. 18. Favorittur at vinna kappingina í dag er aftur Torkil Veyhe. Kappingin byrjar og endar við FK í Miðvági.
Í morgin, leygardagin 15. August verður kappast í býarsúkkling. Tá verður byrjað kl. 16, og aftur tá verður startur og mál við Bilasøluna hjá Wenzel.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald