Ítróttur

Torkil vann sær eitt flott 2. pláss í stórari kapping

...

2016-05-15 09:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Um vikuskiftið er Marcello Bergamo Cup í súkkling í Danmark. Í gjár var súkkla í økinum við Silkeborg. 

Sterki føroyski súkklarin Torkil Veyhe, sum súkklar í bestu deildini í Danmark kláraði seg sera væl. 

Tá ið 45 km restaðu í, fór Lasse Norman avstað, og hann koyrdi sera skjótt, og Torkil Veyhe var einasti súkklarin ið kláraði at fylgja við Lasse Norman. Teir báðir funnu skjótt útav at samanarbeiða. Tá vinnarin skuldi finnast, var Lasse tann sterkari av teimum. Torkil kom á mál 28 sekund aftaná vinnarin. Felti kom á mál góðan minutt aftaná Torkil.

Tað var meiningin at Lasse Norman ikki skuldi súkkla í dag, tað hevði so havt við sær, at Torkil hevði havt føraratroyggjuna, men eftir at Lasse vann í gjár, koyrir hann eisini í dag. 

Í dag verður súkkla í økinum við Herning, og í morgin er startur og mál í Hammel.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder