2016-05-15 17:16
Nú á Hvítisunnu er Marcello Bergamo súkklikappingin á skránni í Danmark. Sterki føroyski súkklarin Torkil Veyhe bleiv nummar 2 í gjár í kappingini ið endar í morgin.
Torkil súkklar fyri felagið Team We-Bike Aarhus, og slapp Torkil avstað í útbrot á dagsins teini, tá ið tríggir kilometrar restaðu í, fór Torkil frá hinum, og kláraði at halda tað til málstrikuna.
- Eg eri sera glaður. Tað eyðnaðist mær, at sleppa frá hinum í undanvindinum, og tað var sera hart at koyra teir seinastu kilometrarnar. Men eg hugsaði, at hinir skulu klára at koyra skjótari enn eg, um teir skulu klára at henta meg aftur, segði Torkil við Cykelmagasinet eftir dagsins tein.
Torkil er nú á odda í kappingini, og skal í morgin koyra í tí grønu føraratroyggjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald