Føroyaska súkklulandsliðið hevur á Hvítusunnu luttikið á afturvendandi Marcello Bergamo Cup kappingini. Umleið túsund súkklarar í øllum aldri luttaka í hesari altíð so væl fyriskipaðari súkklukapping. Tríggjar kappingar eru á skránni, og aftur í ár bleiv kappast leygardag, á Hvítusunnu og 2. Hvítusunnudag. Eftir kappingina 2. Hvítusunnudag verður samlaði vinnarin funnin - ein í hvørjum bólki.
Føroysku súkklararnir kappaðust ikki í sama bólki, og meðan Torkil Veyhe, ið er okkara sterkasti súkklari, kappast í bestu deildini (A bólkinum), so kappaðust Dávur Magnussen og Gunnar Dahl-Olsen í næstbestu deildini, og Bogi Kristiansen í bólkinum H50.
Tríggjar kappingar og ein góð fyrireiking til Oyggjaleikirnar, sum um ein mánað byrja á Jersey.
Torkil stóð seg væl allar dagarnar, men best gekk 2. Hvítusunnudag, tá hann tíðliga í kappingini var í útbroti saman við umleið 20 súkklarum, og var væl koyrandi á tiltiknu brekkuni í Hammel, Pøt Mølle. ´
Torkil hevði eisini bestu vónir til hesa kapping, til hørðu brekkuna, og onnur ár hevur hann eisini staðið seg væl á júst hesum teini. Eftir fýra stór umfør (116 km), skuldu fimm smá umfør koyrast inni í Hammel. Aftaná tvey smá umfør var tað ongin annar enn Torkil Veyhe, ið sat fremst út útbrotinum og royndi at vinna metrar, og tíð aftur til høvuðsfeltið.
Spenningurin øktist, og teinurin á mál styttist. Løtu seinni var samling í aftur. Torkil sat framvegis væl við, og tá farið var um málstrikuna seinastu ferð taldist Torkil millum teir fremstu, og fekk somu tíð sum vinnarin, Rune Almindsø, sum koyrur á Team coloQuick.
Tað gekk væl hjá Boga Kristiansen, sum júst er fyltur fimti, og tí koyrur í H50 í ár. Gunnar Dahl-Olsen var nøgdur við avrikið, men ásannaði, at langt er á mál um ein skal teljast millum fremstu súkklararnar, tá kappast verður á Jersey í landavegkoyring, týsdagin 30. juni.
Fram móti Oyggjaleikum koyrur Torkil kappingar hvørt vikuskifti í Danmark, har hann býr. Hinir á landsliðnum hava ætlanir um at luttaka í enn fleiri kappingum í Danmark áðrenn leiðin gongur móti Jersey. Møguliga skal landsliðið luttaka í tveimum kappingum 13. og 14. juni á Sælandi.
??rslitið frá Marcello Bergamo Cup sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald