Ítróttur

Torkil gjørdist nummar tvey í fjalla kappingini

...

2015-06-20 00:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jú, í Danmark eru fjøll, ella bakkar, og jú tá ferðin er høg eru jýsku bakkarnir harðir at koma upp um, men ikki hjá Torkil Veyhe, ið gjørdist nummar tvey í UCI súkklukappingini GP Horsens Posten.

Torkil koyrur á besta liði hjá Odder Cykel Klub, og felagið hjá honum skrivar á heimasíðuni, at "Det var Odders brølstærke færing, Torkil Veyhe, der sikrede at Odder trøje skulle på podiet, da han blev nr. 2 i løbets indlagte bakke konkurrence". Samanlagt gjørdist Torkil nr. 42 í hesari kapping. Elitan skuldi koyra 200 km og hóast vit tosa um Danmark, so vóru smáir 2000 hæddarmetrar á hesari kapping, ið fór fram á økinum kring Horsens.

Eitt heiðurligt úrslit, tí ein skal minnast til at hendan kapping eru ein UCI kapping, har øll tann danska súkkluelitan er umboðað, um fram 10 útlendsk UCI lið umframt CULT Energy Pro Cycling liðið. Støðið er tí rættiliga høgt, og væl hægri enn allir kappingarneytar, ið ætla at bjóða Torkil av á Jersey.

Torkil Veyhe vann silvur í bæði landavegsúkkling og í einkultstartinum á Bermuda. Torkil er sum greinin her og aðrar greinar eisini siga, væl fyri nú tað bara eru níggju dagar til hann skal kappast í einkultstarti á Jersey.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder