Nú eru nøkur ár síðani Miðvágs og Sandavágs kommunur, og Sørvágs, Bø/Gásadals og Mykines kommunur løgdu saman. Eg minnist at kommunalpolitikarar í Miðvági og Sandavági vóru meira ymiskir á máli um samanlegging, men í gomlu Sørvágs kommunu var talað so hjartaliga fyri, hvussu gott smáu kommunurnar fyri vestan, høvdu av at leggja saman við størru kommununi.
Okkurt broyttist
Men so skjótt henda avgerð var tikin, vendist í holuni í Sørvági. Logikkurin sum var upplagdur áðrenn samanleggingina, var nú horvin sum døgg fyri sól. At leggja alla oynna í eina kommunu, var als ikki ynskiligt og hevði nógv meira vansar enn fyrimunir við sær. ??ttin fyri at alt skuldi enda eystanfyri Vatni, sá út til at føra við sær, at ein samanlegging als ikki kom uppá tal. Í Miðvági og Sandavági er møguliga framvegis ein rest eftir, ið heldur at samanleggingin var skeiv, men tey allar flestu síggja væl fleiri fyrimunir enn vansar við samstarvinum.
Gongdin
Talvan vísur fólkatali fyri alt landið, Tórshavn, Vága og Sørvágs kommunur (í tali, og í mun til 2008 og 1985):
Fólkatal august | 1985 | 1990 | 1995 | 2000 | 2005 | 2008 | 2010 | 2012 | 2014 | 2015 | 2016 |
Alt landið | 45.574 | 47.393 | 43.249 | 45.799 | 48.094 | 48.477 | 48.397 | 47.949 | 48.449 | 48.913 | 49.615 |
Tórshavnar | 16.301 | 17.613 | 16.524 | 18.069 | 19.200 | 19.467 | 19.845 | 19.668 | 20.072 | 20.348 | 20.788 |
Vága | 1.864 | 1.807 | 1.629 | 1.646 | 1.841 | 1.932 | 1.946 | 1.959 | 1.991 | 1.982 | 2.020 |
Sørvágs | 1.082 | 1.104 | 980 | 993 | 1.067 | 1.131 | 1.129 | 1.103 | 1.091 | 1.099 | 1.116 |
Index 2008 | |||||||||||
Alt landið | 94,0 | 97,8 | 89,2 | 94,5 | 99,2 | 100,0 | 99,8 | 98,9 | 99,9 | 100,9 | 102,3 |
Tórshavnar | 83,7 | 90,5 | 84,9 | 92,8 | 98,6 | 100,0 | 101,9 | 101,0 | 103,1 | 104,5 | 106,8 |
Vága | 96,5 | 93,5 | 84,3 | 85,2 | 95,3 | 100,0 | 100,7 | 101,4 | 103,1 | 102,6 | 104,6 |
Sørvágs | 95,7 | 97,6 | 86,6 | 87,8 | 94,3 | 100,0 | 99,8 | 97,5 | 96,5 | 97,2 | 98,7 |
Index 1985 | |||||||||||
Alt landið | 100,0 | 104,0 | 94,9 | 100,5 | 105,5 | 106,4 | 106,2 | 105,2 | 106,3 | 107,3 | 108,9 |
Tórshavnar | 100,0 | 108,0 | 101,4 | 110,8 | 117,8 | 119,4 | 121,7 | 120,7 | 123,1 | 124,8 | 127,5 |
Vága | 100,0 | 96,9 | 87,4 | 88,3 | 98,8 | 103,6 | 104,4 | 105,1 | 106,8 | 106,3 | 108,4 |
Sørvágs | 100,0 | 102,0 | 90,6 | 91,8 | 98,6 | 104,5 | 104,3 | 101,9 | 100,8 | 101,6 | 103,1 |
Vit síggja sum heild, at Havnin veksur skjótast, síðani Vága kommuna og so Sørvágs kommuna. Legg til merkis, at vøksturin serliga er sjónligur, eftir at Vágatunnilin er komin, og at Vága kommuna serliga er vaksin meira enn Sørvágs kommuna, eftir kommunusamanleggin í 2008. Hetta prógvar ikki endaliga fyrimunin av samanlegging, men er tó ein ábending tann vegin.
Og hvat so?
Hóast Vágar í dag er í tveimum kommunum, so er gott samstarv millum kommunurnar á nógvum økjum. Hetta hevur gagna oynni og stór tøk eru tikin í felag, serliga nú eldraøkið er yvirtikið og ment. Men tann viðkomandi spurningurin er ??? kunna vit náa enn longur?
Eingin ivi skal vera um, at tað er betur at samstarva sum tvær kommunur, enn at liva í einum tvangs samanlegging við klandri og illgitingum. Mín meining er tó, at tað kundi ment oynna enn meira um hon virkaði sum ein eind við felags stevið. Hetta er eitt uppáhald, sum velst um hugburðin.
Vilja ella ikki
Talvan omanfyri vísur greitt, at Havnin veksur fleirfalt Vágar. Tí er tað heilt skeivt at stara seg blindan uppá innanhýsis kapping í oynni, heldur enn at síggja vandan í at verða enn meira afturúrsigld í mun til høvuðsstaðin. Tí er alneyðugt at vit í Vágum, stinga fingurin í jørðina og spyrja: ???Vilja, ella vilja vit ikki, virka fyri alla oynna í okkara kommunum????
Mín sannføring er, at framhaldandi snævurskygni, um vit bert hugsa sum ein hálv oyggj, vil seta okkum í verri støðu, enn um vit taka felags tøk um framtíðina. Í samstarvi ella kommunusamanlegging, vil staðseting av íløgum og virksemi framhaldandi vera ein avbjóðing. Men hesin trupulleiki við staðseting, hvar í Vágum ymiskt skal liggja, kann aldri vera strørri enn alternativið ??? at tað als ikki liggur í Vágum.
Spurningurin er so ??? tora vit tað???
Við vón um at fólk vera valdi í kommunurnar her vesturi, sum vilja hugsa um Vágoynna sum ein eind...
Gott val!
Gunnar K Nattestad
Listi C í Vága kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald