JN

Toran var orsøk til 161 el-skaðar

...

2015-01-22 22:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er ikki serliga vanligt, at toran gongur í Føroyum og tað er enn meira óvanligt, at snarljós sláa niður í bygt øki. Flestu snarljós ferðast einans millum skíggini og raka tí ikki jørðina. Men 10. desember 2014 vísti tað seg, at snarljós slógu óvanliga ofta niður millum sethús í Føroyum. Av tí sama fekk Tryggingarfelagið Føroyar nógvar skaðafráboðanir henda merkisverda dagin. Størsta tryggingarfelagið í Føroyum fekk tilsamans 161 fráboðanir um el-skaðar av toruganginum.

Tá snarljós slær niður í bygt øki, er vandi fyri, at bæði størri og minni tól fáa el-skaða ella verða heilt oyðiløgd. Í ringasta føri kann eldur eisini festa í. Hetta vísti seg at gerast veruleiki mitt í jólamánaðinum í fjør.

Fráboðanir um el-skaðar til Tryggingarfelagið Føroyar komu úr øllum Føroyum, men flestu skaðarnir vórðu tó skrásettir í Saltangará. Har vóru tilsamans 98 el-skaðar fráboðaðir Tryggingarfelagnum Føroyum.

Soleiðis verjir tú teg móti el-skaðum av snarljósi
Um ein ynskir at verja seg mest møguligt móti skaðum, ið kunnu koma av snarljósi, mælir Tryggingarfelagið Føroyar til at taka stikkið úr kontaktini á el-lutum, meðan toran gongur. Um boðað verður frá illveðri, har møguleiki er fyri torugangi, er somuleiðis skilagott at taka stikkið úr kontaktini á øllum el-lutum, um eingin er heima ella húsfólkið svevur. Minst tó til at seta streymin til aftur t.d. frystiboksina, so frystivørurnar ikki fáa skaða.

Her er serliga talan um sjónvørp, teldur, útvørp, talgildar móttakarar og ikki minst beinarar (router). Tá toran gekk í fjør, vísti tað seg, at slíkir lutir fingu flestu el-skaðarnar. Eisini skal øll streymveiting til hús og bygningar verða løgd inn av góðkendum elektrikara. Eru húsini gomul, er skilagott at fáa eftirkannað, um streymveitingin er tíðarhóskandi og lýkur dagsins trygdarkrøv.

Á myndini síggjast nakrir av smærru lutunum, sum orsakað av el-skaðum eru latnir Tryggingarfelagnum Føroyum, og har tað ikki loysir seg at umvæla skaðan, ið ákom stóra torudagin 10. desember 2014.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder