JN

Trupuleikar eru við sendinetinum í Sørvági

...

2014-12-20 19:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Beint áðrenn middnátt, slerdi toran niður í sendiútgerðina hjá FT Net í Sørvági.

Páll Vesturbúð, stjóri á FT Net, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi, at orsøkin til at trupuleikar eru við sendinetinum í Sørvági og har um leiðir er, at toran sleygi niður í sendiútgerðina hjá FT Net í økinum. 

Trupuleikar eru við sjónvarpinum, útvarpinum, fartelefonum, gsm og 3g. Fartelefonirnar koyra nú aftur partvíst segði Páll við útvarpið.

FT Net hevur sent fólk á staði, at kanna skaðan, men enn vita tey ikki hvussu álvarsligt tað er. So tey vita enn ikki orduliga, nær væntast kann, at alt koyrur aftur, sum tað skal.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder