JN

Tór Marni Weihe er nýggjur formaður í Tórshavnar Ungdómsráð

...

2015-05-13 21:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TÍÐINDASKRIV

»Málið er ítøkiligar betringar fyri ung«

Tór Marni Weihe er nýggjur formaður í Tórshavnar Ungdómsráð. Ráðið endurskipaði seg í farnu viku fyri restina av valskeiðnum. Høvuðsmálið fyri tíðina, ið eftir er av fyrstu setuni, er at gera ítøkiligan mun í gerandisdegnum hjá ungum.

Tórshavnar Ungdómsráð hevur fingið nýggjan formann. Talan er um 20 ára gamla Tór Marna Weihe, ið hevur sitið sum næstformaður síðan ráðið varð valt í apríl í fjør. Tór Marni var eisini drívmegin, ið upprunaliga tók stig til at fáa ráðið sett á stovn.

???Orsøkin til, at ráðið nú endurskipar seg fyri tað, ið eftir er av setuni, er ein samtykt, ið longu varð gjørd tá ið ráðið skipaði seg á fyrsta sinnið,??? greiðir nýggi formaðurin frá.

Ráðið hevur verið virkið

Tórshavnar Ungdómsráð hevur verið bæði virkið og sjónligt, síðan ráðið av fyrsta sinnið varð valt og skipað. Ráðið hevur skipað fyri eini røð av fjølbroyttum tiltøkum ??? øll við ungum miðdeplinum.

???Fyrsta tiltakið, ið ráðið stóð fyri, varð rópt ???Vakin Ungdómur???, og luttóku bæði Amnesty, Í menniskjum góður tokki og politisku ungmannafeløgini, ið luttóku í pallborðsorðaskifti um fátækraváða og ???mark,??? sigur Tór Marni. ???Allar inntøkur frá tiltakinum fóru óskerdar til ÍMGT.???

Tórshavnar Ungdómsráð skipaði fyrst í apríl í ár eisini fyri sera væleydnaðum teldutiltakið, Gamers Night Out, ið dróg fleiri enn hundrað telduspælandi ungdómar oman í Perluna, og í samband við Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu herfyri skipaði ráðið fyri einum gongutúrið til Kirkjubøar fyri ung, og fleiri valdu at taka av og njóta vakra og friðsæla túrin.

Eisini politiskt hevur ráðið gjørt um seg og roynt at ávirka. Millum annað er fyrispurningur sendur kommununi um at betra korini hjá lærlingum, og ráðið hevur eisini gjørt vart við síni sjónarmið, tá ið høvi hevur verið til tess, eitt nú í samband við kommunuætlanina, ið hevur verið viðgjørd farna árið.

Byrjanartrupulleikarnir eru nærum bastir

Ráðið hevur havt eina trupla byrjan, og í fleiri umførum hava umboð fyri ungdómsráðið víst á stórar samstarvstrupulleikar kommununa og ráðið í millum.

???Tað er ongin loyna, at byrjanin hjá ráðnum hevur verið truplari, enn vit høvdu vónað. Býráð og umsiting hava havt ilt við at venja seg við ráðið, og tey hava ikki duga nóg væl at brúkt okkum??? heldur Tór Marni.

Hann er tó kortini bjartskygdur, um at greiða er fingin á hesum viðurskiftunum, og at framhaldandi samstarvi verður munandi betri og meiri uppbyggjandi.

???Vit royna at varðveita ein konstruktivan dialog við býráðið og kommunalu fyrisitingina, og í seinastuni eru viðurskiftini munandi batna. Vónandi heldur tann gongdin fram, og ráðið fær ein meiri natúrligan leiklut í kommununi.???

Nógv á skránni komandi tíðina

Nógv er á eisini á skránni, nú minnið enn eitt ár er eftir av valskeiðnum. Ráðið hevur verið virkið, og ynskir at halda fram við arbeiðinum at skapa betri karmar og trivnað millum ung.

???Eitt, ið longu nú liggur í stoypiskeiðini, er at skipa ein ungdómsdag við fyrimynd í eldradegnum, ið er blivin ein árlig siðvenja í kommuni,??? sigur Tór Marni.

???Tað er umráðandi, at ljós verður varpað á ungdómsmál, og hví ikki seta ein heilan dag av til høvi, har ið vit samstundis kunnu skipa fyri hugnaligum og spennadi tiltøkum????.

Eisini ungdóms- og lestraríbúðir vera á skránni. Ráðið fer í næstum á fund við Bústaðir um íbúðirnar, ið ætlanin er at byggja í Tórshavnar kommunuskúla.

Eisini í arbeiðinum við at leggja strategi fyri menningina av Tórshavnar kommunu ??? sonevndu kommunuætlanini ??? fer ráðið framhaldandi at vera partur av.

Tórshavnar Ungdómsráð sær eftir endurskipanina soleiðis út:

Formaður: Tór Marni Weihe
Næstforkvinna: Ásvør Lognberg
Skrivari: Hanna Vang
Kassameisari: Harald Joensen
Ráðslimur: Gunnhild Hansen
Ráðslimur: Magnus Heinason Eysturoy

Val til Tórshavnar ungdómrsráð var dagarnar 24.-28. mars 2014. Valið fór fram á netinum. Allir ungdómar í Tórshavnar kommunu millum 14 og 22 ár valdagin kundu velja limir í ungdómsráðið. Valskeiðið er 2 ár. Í alt 5 limir umframt 5 varalimir eru valdir í ungdómsráðið. Fyrsta val til Tórshavnar ungdómsráð endaði fríggjadagin 28. mars 2014. Valstaðið á netinum lat aftur, og atkvøðurnar vórðu taldar.

Í alt 2.627 ungdómar millum 14 og 22 ár høvdu valrætt, og tey høvdu møguleikan at velja ímillum 14 valevni. Í alt greiddu 506 fólk atkvøðu. Valluttøkan gjørdis tískil 19,26%.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder