Ítróttur

Toppskjúttin á 2. liðið longt sáttmálan

...

2015-10-16 03:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Í kvøld hevur Hørður H. Johansen longt sáttmálan við 07 Vestur. Hørður spældi nakrar dystir á besta liðinum farna kappingarár, men var í veruligum stórformi á 2. liðið, har hann gjørdist toppskjútti við 24 málum.


20 ára gamli sandavágsdrongurin hevur, síðan hann fekk fyrsta dystin í mannsdeildunum í 2011, spælt góðar 130 dystir við mansliðunum hjá 07 Vestur. 15 av hesum eru í EFFO-deildini og 61 í fyrstu deild. Í hesum báðum deildum hevur hann skotið 11 mál.

Vit ynskja Hørði tillukku og blíðan byrð!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder