07 Vestur, ið er oddalið í 1. deild við 21 stigum, tekur í dag móti B71, sum hetta kappingarári er komi at spæla í 1. deild, eftir at teir í fjør fluttu upp úr 2. deild.
07 Vestur hevur spælt ein dyst meira enn hini oddaliðini, sum eru Skála við 19 stigum og B68 og B71, sum hava 16 stig í part.
Hjá B71 og B68 eru fægst mál farin ígjøgnum, hjá teimum eru bara 5 mál farin inn í 8 dystir. Hinvegin hevur 07 Vestur skorað flest mál í 1. deild higartil í kappingarárinum.
Um man skal fylgja upptaktini á heimasíðuni hjá 07 Vestur, so kunnu vit vænta okkum ein dyst, har 07 Vestur hevur bóltin meginpartin av tíðini, og at B71 fer at satsa uppá kontra-álop.
Dysturin byrjar klokkan 17:00 á Valloyruni í Sandavági.
Hinir dystirnir í 1. deild í dag eru hesir.
B36 - NSÍ klokkan 15:00
KÍ - Víkingur klokkan 15:00
Skála - MB klokkan 15:00
B68 - AB klokkan 18:00
Støðan í 1. deild:
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | 07 Vestur | 9 | 7 | 0 | 2 | 24-10 | 21 |
2 | Skála | 8 | 6 | 1 | 1 | 21-8 | 19 |
3 | B68 | 8 | 5 | 1 | 2 | 13-5 | 16 |
4 | B71 | 8 | 4 | 4 | 0 | 12-5 | 16 |
5 | AB II | 8 | 4 | 2 | 2 | 14-13 | 14 |
6 | KÍ II | 8 | 3 | 0 | 5 | 20-17 | 9 |
7 | NSÍ II | 9 | 3 | 0 | 6 | 14-14 | 9 |
8 | B36 II | 8 | 1 | 4 | 3 | 7-20 | 7 |
9 | Víkingur II | 8 | 1 | 2 | 5 | 7-13 | 5 |
10 | MB | 8 | 0 | 0 | 8 | 4-31 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald