2015-04-18 15:13
07 Vestur tekur í dag móti oddaliðnum í 1. deild. Tað er B68 ið kemur á vitjan hjá felagsliðnum í Vágum, B68 og Skála eru fremst í 1. deild, við 13 stigum hvør eftir fimm dystir.
07 Vestur er á einum fjórða plássi í deildini, og hava 9 stig eftir fimm dystir.
Tað verður helst torført hjá 07 Vestur, at fáa mál í dag, tí B68 er eitt lið ið letur sera fá mál ígjøgnum, teir hava bert latið tvey mál ígjøgnum hetta kappingarári, og hava skora 11 mál. 07 Vestur hinvegin hevur skora 14 mál, og latið nýggju mál ígjøgnum.
Les eisini: MB skal til Klaksvíkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald