2016-02-06 16:45
TOPPDYSTUR á Giljanesi.
Í dag, leygardagin 6.februar kl.14 tekur Dráttur ímóti SÍ.
Dráttur liggur í løtuni á fyrsta plássi við 33 stigum, og SÍ liggur á øðrum plássi við 30 stigum. Hesi liðini hava hittst í landskappingini 2 ferð áður í ár, og hava tey vunnið hvør sín dyst. Liðini hava bæði víst flogbólt á høgum støði og góðan stríðsvilja í ár, og vanta vit tí ein góðan og undirhaldandi dyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald