Vinna

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2016 funnir

...

2016-01-26 00:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ársins leiðarar verða avdúkaðir á Leiðaradegnum fríggjadagin 29. januar kl. 16.00!

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørjir Ársins leiðarar 2016 verða, hevur nú funnið fram til 3 sterkir topp-kandidatar innan bæði tað privata og tað almenna:

Topp 3 kandidatar innan tað almenna
Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands
Høgni Joensen, Skúlin við Løgmannabreyt
Páll Isholm, Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy

· Top 3 kandidatar innan tað privata
Gudny Langgaard, Vodafone
Johannes Jensen, Gist & Vist
Mouritz Mohr, Mest

Hvør verður kosin Ársins leiðari 2016, verður avdúkað á Leiðaradegnum, sum verður uppi á Hotel Føroyum fíggjadagin 29. januar kl. 16.00.

Sera aktuelt evni á degnum: Retorikkur og samskifti fyri leiðarar.

Evni á degnum er ???Retorikkur og samskifti fyri leiðarar???

Fimm forkunnug upplegg verða á degnum. M.a. kemur Jonas Gabrielsen at halda eitt upplegg. Hann er granskari við retorikki sum høvuðsøkið. Hann hevur fingið undirvísingarprísin hjá CBS. Eydna Skaale og Kell Jarner Rasmussen fara eisini at geva síni boð innan retorikkin. Tey arbeiða bæði innan retoriska øki og liva av at ráðgeva m.a. leiðarum, um retoriskar spurningar. Harumframt fara Ársins Leiðarar 2015 at hava upplegg. Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, fer at seta dagin og Atli Gregersen, fer at hava eitt upplegg, sum kallast: ??r skjáttuni hjá Ársins leiðara.

Skráin fyri dagin sæst HER!


Les alt um Leiðaradagin á www.leidaradagurin.fo

Ps. Tilmeldingarfreistin til Leiðaradagin er í morgin, 26. januar 2016.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder