Ítróttur

Tony spælt sín seinasta dyst á hesum sinni

...

2016-01-18 18:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
25-ára gamli Tony Weyhe flytir nú av landinum, og tí hevur hann spælt sín seinasta dyst fyri KÍF á hesum sinni. Tony fer í lestrarørindum til Danmarkar. 

Á hondbóltvøllinum vísir Tony Weyhe serliga sínar dygdir í verjuni. Tony hevur seinastu dystirnar eisini víst, at hann væl dugir at skjóta mál, Tony hevur verið ein teimum, sum hava fingið flest mál á KÍF-liðnum síðani Niklas Selvig fór til VÍF. 

JN.fo hevur tosað við Robert Poulsen, sum er formaður í KÍF hann sigur, at um tað var neyðugt so fær KÍF Tony heim til teir stóru dystirnar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder