JN

Tónlist hevði eina rimmar konsert

...

2017-06-04 09:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld høvdu teir eina rimmar konsert á Seniorfestivalinum. Teir hava ikki spælt í 28 ár - so hetta var eitt upplivilsi. Nógv fólk høvdu leitað sær til hendan festivalin. Tá Tónlist fór á pallin var tað stóra teltið stúgvandi fult og nógv royndu at troðka seg inn - øll vildu hoyra Tónlist. Tey vórðu heilt vist ikki vónbrotin - tað var ein rimmar konsert. Allir hesu kendu sangirnir rungaðu í teltinum - man sá at fleiri sungu við tá Eins og áarstreymur rennur og Alt hann átti á fold var ein koyggja og nógvir aðrir slagarar.Tíðin gekk skjótt og tá tíðin hjá teimum var úti á pallinum vildu lógvabrestirnir ikki tagna - vit vilja hava meira.Teir tóku so tvey løg eyka. Samanumtikið ein sera góð konsert við Tónlist. Tað var sum at hoyra teir í teim gomlu døgum. Tók nakrar myndir, sum eg seti inn her. Takk fyri eina góða konsert, tað skrivar Anfinn Gærdum á Facebook í gjárkvøldið.

Myndir: Anfinn Gærdum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder