Mentan

Tónleikabólkurin Borealis Band hevur verksmiðju og frumframførslu

...

2015-04-23 21:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Endamálið við verkætlanini Borealis Band er at sameina 9 tónleikaúrmælingar í aldursbólkinum 20-30 ár undir leiðslu av íslendska Samuel Jón Samúelsson.
Orkestrið er mannað við 3 tónleikarum frá Føroyum, Íslandi og Grønlandi i. Orkestrið hevur í løtuni eitt slag av venjingarlegu í Norðurlandahúsinum. Tónleikastílurin er ein blanding ymiskum tónleikastílum m.a. rock, folk, reggea, jazz, fusjón, stórbandstónleikum við við íblástri frá siðbundnum tónleiki úr útnorði o.a.

Borealis Band hava í fyrsta umfarið 4 konsertir í Tórshavn, Keypmannahavn, Nuuk og Reykjavik, Tónleikastílurin er funk, jazz, fusjón og stórbandstónleikur. Høvuðsstuðul til verkætlanina er Nordisk kulturfond.

??r Føroym koma Ernst Remmel, Guðrið Hansdóttir og Mattias Kapnas, sum øll trý eru kend á føroyska tónleikapallinum. Eisini eru tað fleiri ið kennast við Samuel Jón Samúelsson, sum m.a. er kendur frá Retro Stefsson.

Í løtuni eru venjingar hvønn dag í Norðurlandahúsinum við Borealis Band,

Konsertin verður fríggjakvøldið 24. Apríl, kl. 19.30.

Manningin í Borealis eru

Ísland
Samúel Jón Samúelsson - orkestur og tónlistaleiðari og spælur trombon
Unnstein Manuel Stefánsson ??? sang, gittar
Ingibjörg Elsa Turchi - bass

Grønland
Thelma Lyberth ??? sang, gittar o.a.
Jonas Nilsson??? slagverk
Pauline Christiansen ??? trompet o.a

Føroyar:
Guðríð Hansdóttir ??? sang, gittar o.a.
Mattias Kapnas ??? tangentar
Ernst Remmel ??? trompet o.a.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder