Politikkur

Tómar tunnur

...

2018-05-02 22:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu dagar hevur rættuligur ruðulleiki verið á sigling til útoyggjar okkara.

Einasta skip ið ikki er sett í aðra sigling er Ritan.
Sildberin er fluttur til Nólsoyar, Sam er tikin frá Kalsoynni, Súlan er álitið um Skúvoyarfjørð, og soleiðis flytir SSL runt við brikkunum, tí at teir mangla ein avgerandi brikk í spælinum, eitt avloysaraskip.
Alt er avleiðing av at samgongan við Hendrik Old á odda, feiðaði nýggju Nólsoyarferjuna av borðinum fyri tveimum árum síðani. Varð hildið á við hesi verkætlan, hevði nýggj ferja røkt Nólsoynna í dag, meðan Ternan hevði verið tøk til at loyst av, tá á stóð.
Reint visiónsloysi er trupulleikin.
Sjálvur varð eg ein av teimum sum brann einamest fyri nýggjari Nólsoyarferju, og varð eisini ein av teim sum samtyktu at byggja hana fyri 4 árum síðani.
Somuleiðis varð eg við at fáa skúvoyingum nýggja Sildberan, sum higartil hevur verið skúvoyingum góður.
Tí sker tað meg í hjartað at síggja og hoyra um trupulleikarnar, sum hesin kleyvarskapur frá okkara fólkavaldu hevur við sær í dag.
Hvar eru nú teir fólkavaldu fyri Sandoyarøkið, sum skuldu staðið last og brast skúvoyingum við lið, og kempa fyri at SSL ikki sleppur at ræna skipið undan teimum?
Hvar eru nú teir sum skuldu verða garantarnir fyri at Skúvoyggin skal kunna byggja sær upp eitt bein afturat við at fáa fleiri ferðafólk í oynna? Vænta teir at nógv ferðavinna verður í Skúvoynni við Súluni, sum hálvsokkin kann føra 12 ferðafólk?
Nei, ikki er Sandoyarøkið tikið uppá tungu á Tingi síðani undanfarna samgonga misti valdið.
Jú, forrestin, tunnil til Dals skuldi byrja beinanvegin, men hvat? Nei, gott er, hatta er bara Sandoyarøkið, ikki so farligt, tey eru tolin.
Heldur ikki kláraði Oldurin at halda lyftið hann gav sandoyingum í kjaki í sjónvarpinum, um at fáa tvey skip at sigla um Skopunarfjørð í summar.
Niðurstøðan má nokk bara verða, at hesir roddarnir eru tað bera snikk snakk. Onki aftanfyri orðini, tóm lyfti. Tómar tunnur.

Brandur Sandoy, Sandur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder