JN

Tøkun Lætt dansar føstuna inn í Reinsarínum

...

2015-02-14 17:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føstulávintsmánakvøld verður góður almennur føroyskur dansur í Reinsarínum, tað er Tøkum Lætt, ið skipar fyri.

Felagið luttók saman við øðrum dansifeløgum í upptøkum hjá Kringvarpinum í Reinsarínum í januar, og hølini riggaðu so væl, at Tøkum Lætt hevur valt at dansa har Føstulávintsmánakvøld, ið er gamalt dansikvøld.

Tøkum lætt sigur, at tá Kringvarp Føroya valdi at gera upptøkur av føroyskum dansi, í Reinsaríinum, sum nýliga er sett í stand, vóru fólk eitt sindur ivasom um, hvussu hetta mundi fara at rigga, tað eru ikki øll hús, sum rigga til føroyskan dans. Men tey blivu ovfarnan yvur hvussu gott tað var at dansa har.

Reinsaríið er eitt gamalt hús, ein býarmynd, sum øll kenna. Tað liggur mitt í býnum og er ein sonn perla, sum hevur nógvar møguleikar.

Felagið fegnast um, at áhugin fyri dansi er stórur, Síðsta leygardag hevði Sláið Ring dansistevnu fyri børnum, og har luttóku 500 fólk.

Føstulávints mánakvøld er sum sagt eitt gamalt dansikvøld, men tað er í nógvum førum flutt til fríggjakvøldið áðrenn. Í Tøkum Lætt fara tey kortini at vita hvussu áhugin er.

Síðsta dansikvøld hjá Tøkum Lætt skuldi annars verið nú sunnukvøldið, men tað verður so í staðin fyri føstulávintsmánakvøld í Reinsarínum.

Dansurin byrjar kl. 21 og hann er ókeypis og øll eru vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder