JN

Tøkk til Føroya Løgting

...

2014-12-18 05:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tøkk til Føroya Løgting

Ítróttasamband Føroya fegnast um, at Føroya Løgting á fíggjarløgtingslógini fyri 2015 hevur sett eina serstaka játtan av til luttøku í altjóða kappingum og at fyriskipa altjóða kappingar í Føroyum.

Fyri nøkrum árum síðani valdi Føroya Løgting at raðfesta úrvalsarbeiðið við serligari játtan, og hevur hon lagt lunnar undir eitt miðvíst úrvalsarbeiði, sum higartil kanska serliga hevur borið Pál Joensen og svimjingina heilt upp á heimstindin.

Ítróttasamband Føroya vísir áhaldandi á tørvin hjá ítróttinum, eins og víst verður á stóra týdningin, sum altjóða luttøka hjá okkara landsliðum hevur fyri brandingina av Føroyum. Tað er at fegnast um, at ítróttagreinir eisini taka á seg leiklutin at hýsa altjóða kappingum her heima. Hetta er á ein serligan hátt við til at varpa ljós á Føroyar og føroyskan ítrótt.

Komandi ár eru nógv stór altjóða tiltøk á skránni. ??r rúgvuni kunnu nevnast, at Hondbóltssamband Føroya fer at hýsa EM fyri U17-landslið, Fimleikasamband Føroya fer at hýsa HM í estetiskum fimleiki, Flogbóltslandsliðið hevur vunnið seg víðari í altjóða kapping. Svimjingin heldur áfram við sínum sjónliga altjóða profili. Og so eru størsta felagsítróttarliga kappingin hjá Føroyum, oyggjaleikirnir sjálvandi eisini á skránni.

Eitt spennandi ítróttarár stendur fyri framman, og gott samanspæl millum landsins myndugleikar og ítróttarrørsluna gevur okkum eitt gott útgangsstøði.

Við ítróttakvøðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder