Ítróttur

Tóki á Lofti flytir vestur

...

2016-01-03 00:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Í dag hava 07 Vestur og Tóki á Lofti skrivað avtalu, og hálvi sandavágsmaðurin verður sostatt partur av hópinum til kappingina í 1. deild 2016.


Tóki, ið fylti 22 ár fyrst í desembur, er uppvaksin í HB, og hevur leikt 101 dystir við vaksnu liðunum hjá HB, AB og B36. Í deild hevur álopssinnaði miðvallarin spælt 62 dystir og skotið 36 mál. Í vetur hevur hann verið skrásettur í Avedøre IF í Danmarksseriuni, haðani hann altso flytir til 07 Vestur.

Vit gleða okkum at síggja unga loftamannin í svørtum og ynskja honum hjartaliga vælkomnum og blíðan byrð komandi kappingarár!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder