???Kynsligur ágangur skal ongantíð góðtakast, og málið hjá okkum má vera, at í Føroyum skal eingin vera fyri kynsligum ágangi. Og fyri tey sum hava verið fyri ágangi, eiga vit at gera alt, vit eru før fyri, til tess at bøta um árinini???
Hetta vóru míni fororð til heildarætlanina um kynsligan ágang. Fyri meg eru hetta ikki bert føgur orð. Hetta eru orð, sum krevja neyðuga politiska handling. ?? mong ár hevur hetta økið verið rikið av sjálvbodnum fólkum í KRIS. Tað er teimum at takka, at ljós er varpað á hetta økið, og at tøgnin loksins er brotin. Tað er teimum at takka, at mong hava fingið linna fyri teirra pínu. Hetta sjálvbodna arbeiði má ikki detta niður fyri, men skal styrkjast fíggjarliga. Tað vil eg arbeiða fyri. Tá tað kemur til børn, sum hava verið útsett fyri kynsligan harðskap og annan harðskap eru tað gjørdar ábøtur hetta valskeiðið:
· Vit hava hert fráboðanarskylduna
· Vit hava fingið Barnahúsið, sum er eitt stað, har børn, sum hava verið útsett fyri kynsligan ágang og annan harðskap fáa neyðugu hjálpina undir tryggum og barnavinarligum viðurskiftum.
· Vit hava fingið størri barnaverndareindir
· Vit hava fingið barnaumboð, sum skal halda vakið eyga við barnavælferðini í Føroyum
Tíðin er komin til at taka hond um øll tey menniskjuni, sum líða av seinárinum. Tað er gleðiligt, at arbeiðið við at gera heildarætlan um kynsligan ágang er komið undir land. Tingið hevði fyri fyrstu ferð í Tingsins søgu eitt aðalorðaskifti um hetta málið. Í heildarætlanini verða nevnd 8 ítøkilig átøk, sum eiga at fremjast:
· 1) Viðgerðartilboð/seinárin
· 2) Viðgerðartilboð til teirra, sum fremja kynsligan ágang
· 3) Almenn kunning
· 4) Kynsligur ágangur á netinum ??? trygd á netinum
· 5) Tilbúgvingarætlan á stovnum/skúlum (hvussu bera starvsfólk seg at, tá ið mál um kynsligan ágang stinga seg upp
· 6) ??tøk, sum venda sær til fólk/felagsskapir, sum fáast við børn í fríðtíðini (skótar, ítróttur, sunnudagsskúlar v.m.)
· 7) Javnbjóðis møguleikar ??? fólk við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum
· 8) Kunning til foreldur/børn
Tað er ongantíð ov tíðliga at fara í gongd við hesi átøk. Tað er ein mannarættur at kunna hava trygg barnaár og savna góð minni. ??ll hava ikki fingið hendan rættin, og vit sum myndugleiki hava eina heilt serliga ábyrgd og skyldu bøta um teir skaðar, sum eru hendir og ikki minst at fyribygja at ikki enn fleiri tilburðir um kynsligan ágang fara fram. Hesum vil eg arbeiða fyri.
Annika Olsen
???Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald