Ítróttur

Todi besti landsliðsleikari

...

2015-10-15 15:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrr í ár var tað 25 ár síðani, at landsliðið leikti minnuliga dystin í Landskrona ímóti Eysturríki, har okkara menn skrivaði seg inn fótbóltssøguna við at vinna 1-0.


- Skansin ynskti at hátíðarhalda 25 ára dagin við at tilnevna besta landsliðsleikaran síðani Landskrona. Hetta er ein av grundarsteininum fyri øllum fótbóltsvirkseminum í dag, sigur Andrass Thomsen, ið er samskipari hjá Skansanum.

Atkvøðugreiðslan varð skipa á tann hátt, at fyrst var ein atkvøðugreiðsla fyri allar føroyingar, har atkvøðast kundi fyri øllum leikarum, ið hava leikt ein ella fleiri landsdystir síðani Landskrona. Síðani atkvøddu limirnir av Skansanum millum top-10 um besta leikaran. Teir sum endaði í top-10 vóru hesi:

Fróði Benjaminsen, ??li Johannesen, Todi Jónsson, Torkil Nielsen, Brandur H. Olsen, Jákup Mikkelsen, Rógvi Jacobsen, Jens Martin Knudsen Abraham Løkin og John Petersen.

Torført er at taka dagar í millum hesar landsliðshetjur, men vinnarin gjørdist: Todi Jónsson. Í samband upphitingin til landsdystin ímóti Ungarn móttøk Todi heiðurin, har hann í takkartala sínari segði, at hann var sera glaður um heiðurin. Serliga tí, at hann føldi, at hann skuffa fleiri fjepparar, tá hann eitt tíðarskeið tók ein steðg frá landsliðnum, tí kroppurin ikki kláraði bæði landsliðsfótbólt og liðbóltin í FC Keypmannahavn.

Todi Jónsson hevur leikt 45 landsdystir og skora 9 mál fyri Føroyar. Fyri einari tíð síðani valdur í Legends Club hjá FCK og kanska hesin heiðurin var start skotið til ein Føroyskan Legends Club.

Skansin ynskir Toda Jónsson hjartaliga tillukku við heiðurinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder