FSF: FSF Varpið hevur verið á ferð, og hesaferð hava vit verið á vitjan hjá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen. Og borgarstjórin er avgjørdur: NSÍ vinnur føroyameistaraheitið 2016.
FSF Varpið hevur hesaferð verið á ferð í Runavík, har Tróndur Arge hitti Tórbjørn Jacobsen til áhugavert fótbóltsprát.
Millum annað greiðir Tobbi frá, hví hann heldur við Víkingi, hvussu hann fekk áhuga fyri fótbólti, um føroyameistarheitið, ið Tobbi vann fyri 16-17 árum síðani við NSÍ, umframt nógvar aðrar stuttligar søgur, sum bara Tobbi kann siga frá.
Borgarstjórin í Runavík hevur eisini eina meining um, hvussu klaksvíkingar kunnu fáa KÍ á rætta kós og møguliga vinna FM, og hoyri har afturat søguna um, hvussu Tobbi hevði ein fingur við í spælinum, tá Føroyar vunnu á heimavølli ímóti Grikkalandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald