JN

TN: Umsókn eftir projektleiðara / arbeiðsformanni

...

2015-07-08 22:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

UMS??KN EFTIR PROJEKTLEIÐARA/ARBEIÐSFORMANNI

STARVSLÝSING
Sp/f Thorfinn Nielsen søkir eftir einum Projektleiðara/formanni at taka sær av vinnukundum okkara.

Sp/f Thorfinn Nielsen er ein vælvirkandi el-innleggingarfyritøka, sum bjóðar eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum. Í fyritøkuni starvast í løtuni 15 fólk.

ARBEIÐS??KI
Tú kemur at hava ábyrgd av at fyrireika, leiða og skipa arbeiðið á vinnukundaøkinum og at hava tætt samskifti við okkara vinnukundar. Tú hevur ábyrgd av at tryggja, at arbeiðið verður avgreitt sum avtalað við kundan til ásetta tíð og kostnað og at góðskan á arbeiðinum er sum avtalað.

F??RLEIKAKR??V
Tú hevur viðkomandi útbúgving so sum el-innleggjari, maskinmeistari ella elektrikari, hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og góðan tekniskan førleika. Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Tú dugir væl at samskifta, ert kundavinarlig/ur og álítandi.

Løn sambært avtalu.

MEIRA AT VITA

Vilt tú hava fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Thorfinn Nielsen, stjóra, tlf. 214117.

UMS??KN

Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15.juli 2015 og sendast við telduposti til: [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder