Í nýggjum Facebook-uppslagi leggur Tjóðveldi hart eftir ??? ja, øllum uttan sær sjálvum. Andstøðan skal hava snýtt Palleba og Marsonnu til ikki at taka undir við galskaps-uppskotinum hjá Høgna Hoydal, sigur flokkurin. ??ll hoyringarsvarini frá fiskimonnum, bankum, fakfeløgum hava onki við sakina at gera. Tann sum hevur skrivað er so fákunnugur, at hann kallar politikkin hjá andstøðuni, serliga Fólkaflokkinum, fyri øvundsjúku, og fer enntá so langt til at siga, at politikkurin hjá Fólkaflokkinum hevur ???dustsogið flest øki í landinum???, og at Fólkaflokkurin ikki ???unnir bygdunum kring landið eitt sindur???.
Eg veit ikki hví tað er neyðugt at minna á, at tað er bara miðsavningarpolitikkurin hjá Tjóðveldi, sum hevur fingið ???stórkapitalistar??? og verkamenn at taka lógvatak og ressast, tí teirra arbeiðspláss (sum liggja uttanfyri Havnina) eru hótt. Eisini kommunur hava rópt varskó og víst á, hvussu nógv tær fara at missa, um politikkurin hjá Tjóðveldi verður framdur. Ja, eisini borgarstjórar í Eysturoynni, sum flestallir eru tjóðveldismenn!
Sjálvt um ógrundaði kritikkurin er harður, finnast tó glottar í uppslagnum. Høgni Hoydal verður tikin fram sum ein hetja, sum ???hevur vunnið okkum størri uppsjóvarkvotur enn nakrar annar landsstýrismaður í fiskivinnumálumn nakrantíð!???
Ja, tað er ógvuliga lætt at standa á herðunum hjá einum øðrum og kalla seg høgan! Tað er bara ein maður, sum hevur verið ein Dávid ímóti Goliat, og tann maðurin hevur ikki Hoydal til eftirnavn. Satt at siga, so talaði Tjóðveldi at, tá Føroyar tóku seg úr táverandi makrelavtalu fyri at krevja sær sín størra og rættvísa part. Tíbetur vóru øll okkara fólkavaldu ikki so ryggleys ??? tí annars høvdu vit neyvan fingið 5-ára avtaluna í 2014, sum vit enn í dag heysta fruktirnar av.
Sama árið sóu vit Tjóðveldi flætta fingrar við Alex Salmond og SNP í Skotlandi, sum róptu eina harðast um at steingja havnir fyri føroyskum skipum. Nei, Tjóðveldi hevur langt síðani mist sína føling við fiskimanninum og fiskivinnuni. Vónandi klára teir meira skilagóðu partarnir av samgonguni at halda fast og ikki geva eftir. Og enn meira týdningarmikið, vónandi fáa vit eina nýggja samgongu, sum hevur undirtøku frá fólkinum at avgreiða hetta týdningarmikla mál.
Tummas Jóhan í Djónastovu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald