Tað skal vera munandi bíligari hjá borgarum at hita sær húsini við grønari orku, og tað skal loysa seg, at koyra grønt.
Tjóðveldi hevur tí lagt fyri Løgtingið lógaruppskot um at taka burtur meirvirðisgjaldið á grønum hitaskipanum og tøkni til upphiting av sethúsum og øðrum bygningum, umframt á akførum, sum burturav koyra við grønari orku, so sum elbilar.
Tó at tað gongur framá at gera føroysku streymframleiðsluna grønari, so merkir hetta tíverri ikki, at tað gongur serliga skjótt at flyta samlaðu føroysku orkunýtsluna yvir á varandi orkukeldur, sum bæði búskaparliga og umhvørvisliga eru burðardyggari. Nógv tann størsti parturin av upphiting av sethúsum og bygningum í Føroyum kemur framvegis frá teimum á leið 20 000 oljufýrum, sum árliga brenna á leið 60 000 000 litrar av olju. Hetta svarar til á leið dupult so nógv orka, sum framleitt verður av elorku.
Taka vit alla orkunýtslu, so eru Føroyar framvegis í nógv størstan mun oljuriknar, har oman fyri 90 % av orkunýtsluni er ???svørt??? orka, sum olja. Føroyska oljunýtslan var í 2013 knøpp 245 000 tons, og innflyta vit framvegis fyri væl oman fyri milliardina av olju og bensini.
Av samlaðu oljunýtsluni seinastu árini er millum ein fjórðingur og ein triðingur farin til at hita upp sethús og aðrar bygningar. At flyta upphitingina av sethúsum og øðrum bygningum yvir á grøna orku er tí verulig nakað, sum fer at muna, tá ræður um at gera Føroyar minni tengdar at oljuni og sjálvbjargnar í mun til orkuframleiðslu.
Nú ætlanir liggja fyri framman av álvara at fara undir at elektrifisera samfelagið, hevur tað stóran týdning at eggja fólki til at hita sær húsini við grønum hitaskipanum, sum kunnu rekast við streymi frá varandi orkukeldum.
Eisini verður skotið upp at bilar, sum burturav koyra við ravmagni ella vetni, ikki skulu gjalda virðisavgjald (skrásetingargjald av CIF-virði). Henda avgjaldsfrítøka kom í 2008 fyri at eggja fólki til at útvega sær el-bil, og var galdandi til 2015.
Tað er Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í orkumálum, sum vegna Tjóðveldi hevur lagt uppskotini fram.
Tjóðveldi
Leinkjur til uppskotini:
70/2014 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (mvg-frítøka av grønumm hitaskipanum, el-bilum og vetni-bilum)
http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=2489
69/2014 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum:
http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=2488
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald