Politikkur

Tjóðveldi útilokar fullveldissamgongu

...

2015-02-18 19:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

???Tjóðveldi fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin eftir valið.??? Tað var greiði boðskapurin í einum lesarabrævi, sum Tór Marni Weihe, limur í aðalstjórn Tjóðveldis, skrivaði týsdagin. Og aðalstjórnarlimurin leggur afturat: ???Skal eg vera heilt erligur, so vil eg heldur hava, at vit halda fram í verandi heimastýri, enn sum sjálvstøðug tjóð við Fólkaflokkinum í landsins leiðslu???.

Hetta eru nýggir, og fyri okkum í Sambandsflokkinum sera áhugaverdir tónar úr ovastu leiðslu fyri Tjóðveldi. Tað er ikki á hvørjum degi, at Tjóðveldi almannakunngerð, at okkurt í teirra hugaheimi er verri enn heimastýri, og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at tey alment taka frástøðu frá eini fullveldissamgongu. ??? Men rós til teirra fyri tað!

Fiskivinnupolitikkurin er trupulleikin

Áður hevur Javnaðarflokkurin boðað frá, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, tí flokkarnir liggja ov langt frá hvørjum øðrum ideologiskt. Tjóðveldi sær harafturímóti út til at byggja alla sína sundurlesing á fiskivinnupolitikkin.

Greinin er skrivað dagin eftir at Kringvarpið sendi sendingina ???Dulda sølan av fólksins ogn???, og hon er tí merkt av sendingini. Tað er ikki løgið, tí sendingin gjørdi vart við álvarsamar veikleikar í verandi fiskivinnuskipan, sum allir flokkar á tingi hava havt sín leiklut í, ikki minst Fólkaflokkurin. Og nú arbeitt verður við eini nýggjari skipan fyri fiskivinnuna, er ikki sørt at fólk óttast fyri, at verandi skipan sleppur at halda fram í verandi líki.

Sambandsflokkurin sá vandan

Sambandsflokkurin sá vandan fyri hesum skeivleikunum fyri fleiri árum síðani, og tí legði Bjørn Kalsø, sum tá var landsstýrismaður við fiskivinnumálum, uppskot fyri tingið í apríl 2007, um at øll fiskiloyvi skuldu fara úr gildi tann 1. Januar 2018. Í uppskotinum var eisini gjørd ein roynd at avmarka útlendska eigarapartin í fiskivinnuni. Hetta seinasta sær tíverri út til ikki at hava eydnast til fulnar.

Tað eru uppsøgdu fiskiloyvini sum eru orsøkin til, at tað nú verður arbeitt við eini nýskipan á fiskivinnuøkinum. Nógv viðurskifti eru farin av sporinum og bráneyðugt er tí at rudda upp í skipanini. Neyðugt er at gera breiða semju tvørtur um samgongu- og andstøðumørk, soleiðis at karmarnir sum vinnan hevur at arbeiða eftir, ikki verða broyttir aftan á hvørt løgtingsval.

Vónandi verður komið á mál við hesum arbeiðinum innan stutta tíð ??? og fáa vit harafturat sum hjáveiðu, at Tjóðveldi vil ikki í eina fullveldissamgongu, ja so er nógv vunnið.

Helgi Abrahamsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder