Jørðin skelvur og lunnar bresta týskvøldið, tá tjóðveldis- og sambandsvalevni bresta saman. Mótpolarnir í føroyskum politikki fara at seta orð á loysing/samband-spurningar.
Tað verður øðrvísi. Tað verður undirhaldandi. Tað verður hart og kontant.
Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fara týskvøldið í hólmgongu á Reinsarínum, og fleiri valevni hjá flokkunum fara í hvøssum orðaskifti at viðgera ein tann mest týðandi spurningin í Føroyum. Skulu vit ganga nærri fullveldinum ella varðveita Ríkisfelagsskapin?
Høgni Hoydal og Kaj Leo Holm Johannesen kjakast, Tórbjørn Jacobsen og Helgi Abrahamsen, Kristina Háfoss og Bjørn Kalsø og Annita á Fríðriksmørk og Johan Dahl.
Síðani fáa onnur valevni til fólkatingsvalið hjá Tjóðveldi og Sambandsflokkinum høvið at taka orðið.
Tiltakið byrjar kl 20.00. ??ll áhugað eru vælkomin á Reinsaríið, eisini ber til at lurta beinleiðis á Rás2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald