Í stuttum fer okkara fólkatingssessur at verða nýttur til at seta føroysk áhugamál og føroyskar loysnir aftur á breddan!
Tjóðveldi kann fyrst og fremst staðfesta hart og týðiliga, at vit fara ikki á Fólkating at ganga biddaragongd. Í Føroyum skulu vit sjálv avgera okkara framtíð, og á mangan hátt er hetta fólkatingsvalið ein spurningurin um, hvørja leið vit vilja ganga frameftir. Vilja vit í framtíðini binda okkum tættari at donskum pengum, ella vilja vit byggja land?
Sjálvandi skulu vit nú og frameftir halda fram at byggja land í Føroyum og nýta fólkatingssessirnar at tryggja, at føroyingar eisini verða hoyrdir, tá ið stórmál, sum viðkoma okkum, verða viðgjørd.
Fólkatingssessurin hjá Tjóðveldi skal fyrst og fremst nýtast til hetta:
- Vit vilja tryggja, at avgerðir, sum ávirka Føroyar, skulu takast av føroyingum.
- Vit vilja tryggja, at vit stútt og støðugt taka ábyrgd av okkara egna samfelagi og verða hoyrd í øllum málum, sum viðvíkja okkum.
- Vit vilja tryggja, at eitt føroyskt fólkatingsumboð ikki gongur biddaragongd til Danmarkar.
Tjóðveldi er til reiðar at umboða Føroyar og føroyingar á Fólkatingi við fleiri nýggjum og royndum valevnum, sum vilja taka við avbjóðingini á Fólkatingi.
Tjóðveldi hevur í søguligum høpi altíð verið ímóti, at føroyingar hava sess á Fólkatingið, og tí er tað við blandaðum kenslum, at stillað verður upp, nú danir skulu manna sítt ting. Men eyðsæð er - kanska ongantíð meira enn nú - at neyðugt er við einari sterkari tjóðskaparrødd á Fólkatingi, um tjóðin øll skal verða hoyrd og trygg í, at ongar avgerðir verða tiknar um okkara viðurskifti, uttan at føroyingar verða eftirspurdir.
Sunnudagin heldur Tjóðveldi eykafloksting, har flokkurin fer at stilla valevni upp til fólkatingsvalið, og har valskráin verður løgd fram. Fundurin verður hildin á Parnassinum á Hotel Hafnia klokkan 16.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald