Í dag hevur Tjóðveldi lagt fram sína valskrá. Flokkurin ynskir at fremja varandi føroyskar loysnir í einum sjálvbjargnum Føroyum, og tryggja, at øll hava somu møguleikar. Ein føroysk grundlóg skal staðfestast í fólkaatkvøðu, og har tryggja vit okkara rættindi, skyldur og ábyrgd sum tjóð. Tjóðveldi er alternativið til tann sambands og ósosiala politikkin, sum hevur verið førdur seinastu árini.
Hetta loysa vit saman
- Vit skulu leggja ein nýggj kós fyri Føroyar, har Føroya fólk staðfestir valdið, virðini og vælferðina, og har ríkidømið kemur øll fólkinum til góðar.
Løgtingsvalið 2015 er avgerandi fyri framtíðina hjá okkara landi. Vit skulu taka støðu til, hvørjar Føroyar vit vilja byggja nú og lata okkara eftirkomarum, og hvørji virði og mál vit skulu grunda okkara land og framtíð á.
Vit fara til val at gera Føroyar politiskt sjálvstøðugar, búskaparliga sjálvbjargnar, sosialt rættvísari, vinnuliga fjølbroyttari, útbúgvingarliga og mentanarliga sterkari. Vit vilja fremja okkara egnu føroysku loysnir í einum nútímans samfelag, har vit hava álit á og virðing fyri egnum tilfeingi, og at vit kunnu menna okkara egnu førleikar.
Vit kunnu velja, at vit vilja savnast um at byggja upp eitt trygt samfelagsligt grundarlag og saman fara undir at fremja teir ríku møguleikar, vit eiga fyri øll í landinum, heldur enn at standa sum áskoðarar til eitt samfelag, har vit lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum, biðja onnur gjalda fyri okkum og sáa mistreysti í tjóðina.
Farnu árini hevur valdað politiskur ruðuleiki, ójavnin er vaksin, og virðir og møguleikar eru savnað á alsamt færri hondum. Spjaðingin hevur ongantíð verið størri í samfelagnum enn nú, og vit hava sett okkara mentanarligu, sosialu virðir og búskaparligu virðir í vanda.
Tjóðveldi vil, at vit reisa okkum sum tjóð og savnast um eina felags kós fyri alt Føroya fólk.
Virðini, valdið og vælferðin skulu aftur til fólkið, ið staðfestir sítt vald og síni rættindi í Føroyum í nýggjari grundlóg, sum verður okkara tjóðarsemja. Saman skulu vit reisa tær súlur undir samfelagnum, ið skapa tær Føroyar, ið vit ynskja sum sjálvstøðugt land.
Sí valskránna á tjodveldi.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald