Politikkur

- Tjóðskaparmál og rættindini hjá føroyingum til viðgerðar

...

2015-06-25 19:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tey trý fyrst valdu hjá Tjóðveldi til fólkatingsvalið hava í dag hitt Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn. - Tjóðskaparmál og rættindini hjá føroyingum eru nú aftur á dagsskrá á fólkatingi, siga tey trý.

Høgni Hoydal, Magni Arge og Kristina Háfoss eru í dag í Keypmannahavn, og í morgun hittu tey Lars Løkke Rasmussen.

Umboðini hjá Tjóðveldi nýttu høvið at tosa við Lars Løkke um ES og makrel boykottið.

- Vit vístu á, at júst stongsulin av donskum havnum, og ES boykottið var eitt dømið um, at ríkisfelagsskapurin ikki kann halda fram, sigur Høgni Hoydal.

Tjóðveldi vísti á, at tey fara at arbeiða fyri at fáa eitt skrivligt lyfti frá donsku stjórnini um, at føroyingar hava rætt til at gera eina grundlóg, uttan uppíblanding frá donsku stjórnini.

- Samstundis er tað av alstórum týdningi, at eingin avgerð verður tikin yvir høvdið á føroyingum - hvørki á Christiansborg ella í ES høpi - nú Danmark flytur alsamt meira av sínum avgerðarrætti til ES, vísur Kristina Háfoss á.

Rættarliga støðan hjá føroyskum borgarum og vinnulívið var eisini á skránni á fundinum.

- Vit nýttu høvið at greiða Lars Løkke frá, at vit stútt og støðugt tey komandi fýra árini fara at gera alt vit kunnu, fyri at føroyskir borgarar og føroyskt vinnulív fáa somu rættindi sum aðrir norðurlendskir borgarar, siga tey trý.

Sum dømi vísa tey á, at í dag er støðan hjá eitt nú støkum uppihaldarum tann, at tey sleppa ikki at flyta aftur Føroya ella at vitja í Føroyum við børnum teirra, uttan so at tey fáa loyvi frá makanum. Tað er ein ríkisrættarlig fløkja, sum má loysast í bræði.

Eisini loftrúmið var til viðgerðar á fundinum.

- Vit mugu sjálvi fáa ræði á okkara loftrúmið, og teimum mongu møguleikunum, sum fylgja við tí málsøkinum, sigur Magni Arge.

- Samanumtikið var samrøðan við Lars Løkke var góð, og vónandi fáa vit komandi tíðina flutt okkum fram á tjóðskaparleið og fáa tikið burtur forðingar fyri vinnulív og borgarar, siga Høgni Hoydal, Kristina Háfoss og Magni Arge.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder