JN

Tjóðsavnið ein nýggjur sjálvstøðugur stovnur

...

2018-03-12 12:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

???Tjóðsavnið' er navnið á nýggja stovninum, sum savnar, granskar og miðlar vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu.

Í sambandi við at Søvn Landsins, sum fevndi um Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Náttúrugripasavnið og Fornminissavnið, er farið í søguna er Tjóðsavnið vorðin sjálvstøðugur stovnur við egnum navni, samleika og endamáli.
Tjóðsavnið røkir nú uppgávurnar hjá gamla Náttúrugripasavninum og Fornminnissavninum. Nógvar verkætlanir eru í gongd og nýggjar ætlanir lagdar fyri framtíðina.
???Vit hava millum annað ætlanir fyri Skansan og um at gera eina stóra grindaframsýning. Vit fáast við gransking í kópastovnunum í Føroyum og grevstur á Velbastað og Sandi???, sigur Herleif Hammer, ið er nýggjur stjóri á Tjóðsavninum.
Sum nakað nýtt fer Tjóðsavnið at hava eina framsýning í miðbýnum í Havn, tá árliga serframsýning 2018 vitjar í Finsen á Mentanarnáttini 2018.
Almenn móttøka
Í sambandi við at nýggi stovnurin ???Tjóðsavnið??? er vorðin til, verður almenn móttøka á Tjóðsavninum hósdagin 15. mars kl. 10 í framsýningarhølunum í Brekkutúni 6 í Hoyvík.
Á móttøkuni heldur landsstýriskvinnan í mentamálum røðu. Eisini verður greitt frá virkseminum og ætlanunum hjá Tjóðsavninum og frá nýggjari heimasíðu og grafiskum samleika.
Eisini verða forkunnugir lutir, sum eru komnir undan kavi í grevstrinum á Velbastað, sýndir fram fyrstu ferð nakrantíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder