Ítróttur

Tjaldur leggur virksemið niður

...

2013-10-06 03:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
FRÁBOÐAN

Nýggj byrjan gjørdist endin á nevndini fyri Hondbóltsfelagnum Tjaldur.

Í oktober 1998 varð Hondbóltsfelagið Tjaldur sett á stovn. Í hesi 15 árini felagið hevur virkað, hava úrslitini eftir umstøðunum verði nøktandi. Yngru deildirnar hava fingið góð úrslit, og besta kvinnuliði hevur fingið góð úrslit seinru árini.

At vera í fremstu røð hevur kravt nógv av felagnum. Men nú nýggj fimleikahøll skuldi byggjast, og felagið av hesi orsøk ikki kom at hava nakran heimavøll í Runavík, valdi nevndin í felagnum, at vit skuldu taka okkum úr fremstu deildini og í staðin leggja orkuna í at menna egnar leikarar til felagið.

Fyri at felagið skal kunna virka uttan ein heimavøll krevst at felagið fær aðrar karmar at húsast í. Nevndin í Tjaldur metti ikki, at tað kom at gerast nakar trupulleiki, um so var, at vit máttu koyra yvir á Skála at venja.

Eins og vanligt hevur verið hini árini, so søkti Tjaldur Runavíkar kommunu um tímar í Ítróttarhøllini á Skála. Svarið var heldur ullint, og úrslitið varð eisini, at tá túrurin var komin til Tjaldur at fáa tímar í høllini, vóru eingir tímar eftir. Hetta hava vit nú í tveir mánaðir roynt at fingið í rættlag, men uttan úrslit.

Nú kappingin fer í gongd í vikuskiftinum, hevur Hondbóltsfelagið Tjaldur enn ikki vant í nakrari ítróttarhøll. Tað er tí við serstøkum kenslum , at vit í kvøld boða frá, at nevndin fyri Hondbóltsfelagið Tjaldur leggur frá sær, og at alt virksemið heldur uppat.

Vit takka øllum teimum 150 íðkandi limunum, teimum 30 venjarum og eldsálum fyri tann stuðul tit hava veitt felagnum gjøgnum árini. Vit eru hørm um hetta úrslit, men sum støðan bleiv - er eingin annar møguleiki fyri virksemið.

Við ítróttarkvøðu

Nevndin fyri Hondbóltsfelagið Tjaldur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder