Mentan

Tjalda í hjartanum á festivalinum

...

2015-07-09 22:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Summar Festivalurin bjóðar aftur í ár fólki at tjalda mitt á festivaløkinum



Um fýra vikur verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og aftur í ár bjóðar festivalurin fólki at tjalda mitt á festivaløkinum.

Ovari Vágsbøur hevur seinastu tvey árini verið hugnalig tjaldbygd, har bæði ung og tilkomin hava gist, og royndin við nýggja festivaløkinum hevur riggað so væl, at tað verður brúkt aftur í ár.

Í tjaldbygdini verður møguligt at fáa mat og drekka, fara í hitapottar og sauna, fara til frisør, hoyra smærri tónleikaframførslur og annars hugna sær saman við íbúgvunum í tjaldbygdini. 

Fyri at sleppa inn á tjaldøkið krevst serligt tjaldpass, og tað kann keypast á  heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum.

Tjaldøkið verður býtt eitt sindur upp, so at bæði ungdómar og familjur kunnu tjalda upp á sínar treytir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder