JN

Tingmenn mintust Kára

...

2015-02-18 20:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá ið tingfundurin byrjaði í gjár, týsdagin, 17. feb.,hevði tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni,hesi minningarorð um Kára á Rógvi.

Leygardagin, 14. február, bórust deyðsboðini av Kára á Rógvi, fyrrverandi løgtingsmanni.

Kári varð føddur 4. mai 1973, sonur Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard á Argjum. Kári var giftur við Jóhannu á Rógvi, f. Kristiansen úr Havn, og eiga tey 3 børn.

Hóast Kári bert var 41 ára gamal, nú tað so brádliga og óvæntað vóru boð eftir honum, so standa djúp spor eftir hann í tí føroyska samfelagnum.

Kári var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, valdur á ting 19. jan. í 2008, og hann sat fram til valið 29. okt. 2011. Eitt skifti var hann eisini formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

Kári varð útbúgvin løgfrøðingur frá Universitetinum í Keypmannahavn í 1998. Hann las síðani 1 ár í Aberdeen, og nakað seinni bleiv hann Doktari í lóg við Háskóla Íslands í Reykjavík, har hann vardi PhD ritgerð sína í 2009.

Kári á Rógvi var skrivari í Grundlógarnevndini og næstformaður í Stjórnarskipanarnevndini. ??ll vit, sum í tí arbeiðinum vóru saman við Kára, vita, at hann var sera arbeiðssamur og hevði serlig evni at bera fram ella formidla fakligt tilfar á ein lættfatiligan hátt.

Tann stóra fakliga visiónin hjá Kára var at menna føroyska løgfrøði og at fáa tilvitanina um lóg út millum vanlig fólk, og við íblástri kanska serliga úr Reykjavík og av Akureyri, har hann var gestalærari á Háskólanum har, fór Kári eldhugaður undir setningin á Fróðskaparsetri Føroya. Tilgongdin var einføld og lagað eftir føroyskum viðurskiftum, men skoðsmálið frá teimum mongu studentunum ??? bæði fulltíðarlesandi og teimum mongu, sum tóku skeið í lóg -er, at undirvísingin var á fakliga høgum støði og samstundis undirhaldandi og áhugaverd.

Kári starvaðist sum lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum frá 2008 til 1. mars í fjør, tá ið hann varð settur í starv sum professari har úti á Fróðskaparsetrinum.

Umfram hetta sat Kári á Rógvi í mongum álitissessum. Hann var m.a. formaður í Fasta Gerðarættinum, formaður í Javnstøðunevndini í 2 ár, formaður í Orðabókagrunninum í 8 ár.

Frá barnsbeini av var Kári áhugaður í jarðarbrúki og seyðahaldi. Hann stórtreivst millum óðalsmenn, og teir virdu hann fyri, at hann dugdi so væl at seta orð á týdningin og virðið í hesari gomlu mentan okkara. Hann var eisini formaður í ??ðalsfelagnum í eini 5 ár.

Kári var familjumaður og gekk høgt upp í sín leiklut sum pápi. Vit drýpa høgur og syrgja saman við konu og børnum, foreldrum og systkjum og biðja eftir, at Harrin skal troysta og styrkja.

Eg fari at biðja tingmenn um at reisast, og saman við mær - í virðing og tøgn at minnast Kára á Rógvi, fyrrverandi løgtingsmann.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder