Uppskotið hjá Tjóðveldi um at forða hóttanunum og ólógliga virkseminum hjá felagsskapum sum Sea Shepherd í. Føroyum, er í dag lagt fyri tingið.
Uppskotið snýr seg um at skipa eina veruliga tilbúgving og at gera lóggávu, sum kann fyribyrgja beinleiðis hóttanum um og ítøkiligari fyrireiking til at leggja seg út í lógligt virksemi og grundleggjandi rættindi í Føroyum.
Nógvir spurningar eru longu reistir um teir løgfrøðiligu møguleikarnar og heimildirnar hjá føroyskum myndugleikum at gera lóggávu á økinum. Í viðmerkingunum til uppskotið hjá Tjóðveldi verður m.a. sagt um hendan spurning:
???Neyðug atlit til rættartrygdina hjá fólki, ið lógliga vilja mótmæla og uppihalda sær í landinum, skulu sjálvandi altíð standa fremst. Men her er talan um opinlýst fráboðað virksemi og hóttanir, sum tað eigur at bera til at gera greiðar reglur fyri, ið kunnu fyribyrgja, at hetta virksemið og fyrireikingar til tess fara fram.???
(...)
???Eisini ber til at spyrja, hvørt felagsskapir og einstaklingar, ið boðaðu frá, at tey komu til Føroya at fremja til dømis ágang á fiskiveiðu ella alivinnu ??? ja, til dømis at gera seg inn á ein aliring og sleppa laksinum til havs ella at kvetta veirar á einum trolara ??? høvdu verið viðgjørdir á sama hátt frá landsstýri og myndugleikum.???.
Leinkja til uppskotið á heimasíðu Løgtingsins:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald