2015-09-15 15:13
Fyrsti tingfundurin eftir løgtingsvalið varð settur kl. gott 10 í morgun. Tað var ellisformaðurin Poul Michelsen, sum setti fundin.
Fyrst skuldu valbrøvini kannast, so skal tingformaður veljast, tað hevur ljóðað at Páll á Reynatúgvu verður tingformaður, so skal løgmaður veljast og har verður tað Aksel V. Johannesen, sum skal veljast. Nýggi løgmaðurin fer so at seta landsstýrisfólk og seinni í dag verður móttøka í Tinganesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald