Politikkur

Tingfundur verður í dag kl. 11

...

2016-10-26 07:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tingfundur verður í dag kl. 11, fyrst verða ófráboðaðir fyrispurningar á skrá.


 

Mikudagur, 26. Oktober 2016, kl. 11:00

 

1.    ??fráboðaðir fyrispurningar

2.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 2/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (Altjóða skyldur, eftirlitsreglur og elektroniskt samskifti)

3.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 5/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2016-2 (Flyting í Búskapargrunn Føroya)

4.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 9/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. (At javnseta børn í mun til rættin at fáa barnagjald o.a.)

5.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 10/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (Veiting til heimabúgvandi ung og endurgjald vegna inntøkumiss)

6.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 7/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Hækking av studningi til lesandi á hægri lestri, studningur til einsamallar uppihaldarar 12. mánaðin og hækking av barnastudningi)

7.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 16/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2016

8.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 17/2016: Uppskot til samtyktar um at endurskoða dagstovnalógina
Málið verður beint í mentanarnevndina

9.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 18/2016: Uppskot til samtyktar um at seta á stovn familjudepil
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

10.    Svar nr. 4/2016:Brekpolitisk heildarætlan

11.    Framløga

 
 

Fríggjadagur, 28. Oktober 2016, kl. 10:00

 

1.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 14/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige lov om ændring af lov om pas til danske statsborgere m.v. (Passgjald, fingraprent í pass, heimild til elektroniska sjálvavgreiðslu)
Málið verður beint í Rættarnevndina

2.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 25/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi Kapitalvinningsskattalógin) (Entry-reglur)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 26/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2016 (Saltsilo)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

4.    Framløga

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder