Hjartasjúklingum tørvar endurvenjing og annan stuðul fyri at koma fyri seg aftur eftir viðgerð.
Til tess at seta hol á, skipar BYPASS-B??LKURIN í Hjartafelagnum fyri fyrilestrarkvøldi í MBF-húsunum í Havn, hóskvøldið 26. november 2015 kl. 19.
Heri Kragesten, sálarfrøðingur, fer at tala um avbjóðingar og avleiðingar av ymsum slagi, sum fylgja eftir eina by-pass skurðviðggerð.
Kvøldið er ætlað fólki, sum eru by-pass skurðviðgjørd og makum teirra. Fyriskipararnir vóna, at gott prát og kjak verður millum luttakararnar, sum kann stuðla hjartafelagnum í arbeiðnum at fáa endurvenjingina av hjartasjúklingum aftur á skrá.
Hjartafelagið fer á fund við landsstýriskvinnurnar í heilsu- og almannmálum 1. desember. Høvuðsevnið verður: Hvussu taka vit best ímóti teimum, sum koma heim eftir viðgerð, og hvat eiga vit at bjóða til tess at hesi sum skjótast koma fyri seg aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald