Vinna

Tiltak á Búnaðarstovuni 4. juli 2016

...

2016-06-28 10:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tiltak á Búnaðarstovuni 4. juli 2016 at lýsa kappingarfortreytirnar, sum føroyskur landbúnaður hevur frá innfluttum landbúnaðar- og matvørum, og at umrøða ymsar vakstrarmøguleikar.

Tíðindaskriv

Búnaðarstovan skipar mánadagin 4. juli 2016 fyri einum tiltaki, har roynt verður at lýsa kappingarfortreytirnar, sum føroyskur landbúnaður hevur frá innfluttum landbúnaðar- og matvørum, og at umrøða ymsar vakstrarmøguleikar.

Núverandi landsstýrissamgonga boðaði í síni virkisskrá í september 2015 frá m.a. hesum málum: ???Landbúnaður og matvøruframleiðsla

Greið mál skulu setast fyri landbúnaðin. Dentur skal leggjast á vaksandi framleiðslu av føroyskum vørum - mjólkarúrdráttum, rávørum til matstovuvinnu, ull og skinn til klædnavinnu, ferðavinnuupplivingar osfr. ....???

Búnaðarstovan hevur í fíggjarlógini 2016 fingið játtað pening til at arbeiða við spurningum viðvíkjandi greining av evnum í landsstýrisins politikki.

Landbúnaðurin í Føroyum er lítil í vavi, bæði fíggjarliga, og tá talan er um arbeiðspláss. Landbúnaður og matvøruframleiðsla eru í teimum allar flestu londum, vit ynskja at samanbera okkum við, eisini av stórum týdningi fyri m.a. matvørutrygdina og matvørudygdina í samfelagnum, og samsvarandi uppgávu eigur okkara landbúnaður eisini at røkja í føroyska samfelagnum. Tó slepst ikki uttanum, at føroysk landbúnaðarframleiðsla hevur sera harða kapping frá innfluttum landbúnaðar- og matvørum.

Av tí at landbúnaðar- og matvøruframleiðsla er tengd at so nógvum øðrum atlitum í samfelagnum, enn bert sjálvari vøruframleiðsluni, er prísurin á hesum vørum í allar flestu førum ikki samsvarandi framleiðsluprísinum, men er hinvegin oftast partur av einum torskildum umskipanarbúskapi.

Sæð í hesum samanhangi er tað tí av stórum týdningi hjá okkum at kenna grundleggjandi til fortreytirnar og tær fíggjarligu sniðgøtur, ið liggja fjaldar handan príslepan á teimum innfluttu landbúnaðar- og matvørunum, ið føroyski landbúnaðurin skal kappast við í handlunum. Vit mugu vita og ikki gita.

Búnaðarstovan heitti tí í vetur á bornholmaran Mads Randbøll Wolff um at gera okkum eina greining av hesum viðurskiftum. Mads hevur seinastu knapt 20 árini arbeitt neyvt við spurningum viðvíkjandi landbúnaði og landbúnaðarpolitikki; bæði í danska Fødevareministeriet í fleiri umførum, sum Fødevareattaché á donsku sendistovuni í Fraklandi og hjá OECD, sum seniorráðgevi í landbúnaðarmálum hjá Nordisk Ministerråd í tvey skeið, og seinni sum stjóri í hugskotsbankanum Chora Connection, og nú sum stjóri í egnu ráðgevingarfyritøkuni Bæredygtighed 2013. Sostatt hevur Mads, sum fáur, sera gott innlit í norðurlendskan, evropeiskan og altjóða landbúnaðarpolitikk.

Sum arbeiðið við greiningaruppgávuni er liðið framá í vár, er eisini vorðið greitt, at eins týdningarmikið sum tað er at greiða tey veruligu búskaparligu viðurskiftini handan vesturlendskan landbúnaðarpolitikk og prísseting, so er samstundis neyðugt at vísa á gongdar leiðir framá til at menna føroysku landbúnaðarvinnuna í hesi kappingini.

Frágreiðingin hjá Mads Randbøll Wolff viðgerð bæði evnini, og í henni verða mong ógvuliga áhugaverd viðurskifti umrødd.

Tiltakið byrjar mánadagin 4. juli kl. 10, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, leggur fyri við eini umrøðu av teimum politisku ætlanunum fyri landbúnaðargeiran.

Síðani fer Mads Randbøll Wolff at leggja frágreiðing sína fram (á donskum) og at viðgera ymisk evni úr henni.

Á middegi verður ein matarsteðgur.

Eftir matarsteðgin verður høvi at viðgera frágreiðingina nærri og síðani at taka samanum.

Tiltakið á Búnaðarstovuni er alment, men er serliga ætlað politikarum, embætisfólki, umboðum fyri landbúnaðarvinnuna og teirra felagsskapum, øðrum áhugaðum umboðum fyri ymsar myndugleikar og vinnulívið, fjølmiðlum, granskarum og øðrum við ítøkiligum áhuga í landbúnaðargeiranum.

Til tess at vita hvussu nógvum fólki, vit skulu gera klárt til, er neyðugt at tekna luttøku til tiltakið.

Boðast skal frá luttøku á antin[email protected]ella á tlf. 47 90 00 í seinasta lagi mikudagin 29. juni 2016.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder