Ítróttur

Tilmelding til heystskeiðið 2016 á Ítróttarháskúlanum er byrjað

...

2016-05-03 11:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv 3. mai 2016

Tilmelding til heystskeiðið 2016 á Ítróttarháskúlanum er byrjað!

Í dag byrjar tilmeldingin til heystskeiðið 2016 á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.

Heystskeiðið 2016 byrjar mándagin 15. august 2016 og er skúlaskeiðið í 15 vikur, umframt 1 viku heystfrítíð, sum er í viku 41. Heystskeiðið 2016 endar við hátíðarhaldi leygardagin 3. desember 2016.

Tilmeldingin er byrjað og tú kann melda til heystskeiðið á heimasíðuniwww.his.fo

Pláss er fyri 36 næmingunum, og tær fyrstu tilmeldingarnar eru longu komnar.

Vit gleða okkum at síggja teg á Ítróttarháskúlanum.

Her er eisini videoklipp av Pál Joensen, sum bjóðar vælkomnum á Ítróttarháskúlan í Suðuroy:

https://www.youtube.com/watch?v=97lHGHUAYxs

Ítróttarháskúlin í Suðuroy

Guðmundur Joensen, leiðari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder