Ítróttur

Tillukku til Neistan á 85 ára degnum 21. mars

...

2016-03-21 18:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Blátt er gott!

Á 85 ára veitslu hjá Neistanum bar eg fram hesa kvøðu fyri hondbóltsfelagnum Neistanum.

Vegna Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs og vegna meg sjálva fari eg ynskja Neistanum hjartaliga tillukku á 85 ára degi felagsins, sum verður tann 21. Mars í ár.

Neistin hevur verið ein sjónligur og týdningarmikil leikari á vølli og í býnum í 85 ár. Neistin var ikki bara fyrsta hondbóltsfelag í Havnini, Neistin var fyrsta hondbóltsfelag í Føroyum. Felagið og øll sum varða av felagnum hava borið arvin við hegni, eyðmjúkleika og við virðing fyri hvørjum einasta limi og leikara í Neistanum. Eitt framúr avrik, borið av 1000 tals sjálvbodnum eldsálum gjøgnum øll 85 árini.

Bara í hesum kappingarári hava tað helst verið eini 1.000 sjálvboðin, sum á onkran hátt hava tikið eina hond í at skipa fyri bæði trivnaði, venjing og kapping í felagnum.

ÍSF hevur í einari kanning roynt at umrokna virðið av sjálvbodnum arbeiði til pengar ??? tað er í sjálvum sær áhugaverd kanning, og verd at taka til eftirtektar. Men virðið av tí sjálvbodna arbeiðinum í Neistanum, kann als ikki gerast upp í pengum, tað er so nógv nógv meira vert ??? ítróttarliga og menniskjansliga.

Neistin var slóðarin

??? Neistin var slóðarin í hesum frálíka leiki ??? hann kveikti brandin í 1931, skrivar skrivar Martin Holm í Ítróttartíðindum nr. 9 frá september 1961, tá ið Neistin fylti 30 ár. Hann skrivar eisini at: ???Tveir mans vóru við til at stovna felagið, og tað vóru Helge Mikkelsen og Andreas Mouritsen, ið varð felagsins fyrsti formaður.???

Eg vildi fegin haft granskað søgu felagsins betri undan hesum 85 ára hátíðarhaldi, tí eg veit at søgurnar, sum felagið hevur at siga eru bæði spennandi og fjølbroyttar.

Neistin hevur gjøgnum øll árini verið væl fyri í landskappingum í flest øllum deildum ??? alt tað eg minnist. Og tað fegnast øll blá um. Men uppaftur størri er tað, at felagið hevur givið børnum og ungum í Havn so ómetaliga nógvar upplivingar, likamligan førleika og so nógv lívslong vinaløg. Tann uppgávan sum Neistin hevur røkt børnum og ungum til gangs, kann ikki metast.

Neistin hevur altíð lagt dent á breiddina, at menna einstaklingin og felagsskapin. Tað hevur kanska onkuntíð kostað onkra medalju, men tað hevur skapað eina mentan, sum ikki er letur seg taka av fótum. Vit kunnu ikki takka teimum mongu nóg mikið, sum øll hesi árini hava arbeitt sjálvboðið fyri felagið.

Longu í 1963 bygdi Neistin síni fyrstu hús, teir sum tá gingu á odda vóru Hans Mortensen og Christian Jørgensen. Seinni hevur Neistin haft ein týðandi leiklut í sambandi við, at Høllin á Hálsi varð veruleiki í 1970, og at Høllin í Gundadali varð bygd saman við feløgunum Kyndli og Fleyr. Hesar hallir eru enn ryggurin í venjingarumstøðunum hjá Kyndli og Neistanum.

Neistin hevur seinni árini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa enn eina høll á føtur, men tað hava verið nógvar forðingar ??? tíverri.

Nú verður høll bygd í Gundadali og á Argjum

Men nú er vend komin í. Og um skamma tíð verða umstøðurnar hjá elstu hondbóltsfeløgum í býnum munandi betri. Grannarnir úr Kyndli hava eins og Neistin hátíðarhald í kvøld. Kyndil fyllir 60 ár, og ynskja vit eisini Kyndli hjartaliga tillukku.

Tað er gleðiligt at kunna boða frá, at Býráðið hevur samtykt at byggja Høllina á Hálsi um til eina dupulta høll, og eisini at byggja eina høll úti á Argjum. Hondbólturin í Havn kann tá, eins og flogbólturin, endiliga bjóða sínum nógvu limum hóskandi umstøður at venja og at kappast.

Tøkk til Neistin

Longu 8 ár eftir at Martin Holm heiðraði Neistan á 30 ára degi fekk eg sjálv mína dagliga gongd í felagnum. Eg var stutt frammanundan flutt til Føroyar, og var kanska ikki so heilt álvulig við hesa nýggju støðu. Eg var so heppin at koma at kenna Neistan, og tað var eitt tvey trý, so kendi eg meg heima og vælkomna í felagnum, sjálvt um eg tá einki forstand hevði upp á hondbólt yvirhøvur.

Tað eru summi sambond og summar relatiónir, sum hava størri týdning enn aðrar. Mítt samband við Neistan hevur verið eitt av hesum slagnum, sum hevur haft ein serligan týdning fyri meg og ikki minst og fyri mína familju. Og tað vil eg fegin takka fyri.

So til tykkum sum í dag standa á odda fyri hondbóltsfelagið Neistanum ??? tit hava ein virðismiklan arv at flyta fram á vegin. Drívið á.

Sum býráðslimur og forkvinna í mentamálanevndini vil eg á hesum 85 ára degi Neistans fegin bera Neistanum og øllum teimum mongu eina tøkk, sum dag og dagliga taka tøk fyri Neistan. Nevnd, venjarum, hjálparfólki, sjálvbodnum, sponsorum, fyriskiparum, limum og leikarum.

Takk fyri gott samstarv. Eg vil eisini fegin ynskja felagnum eina bjarta framtíð, og framhaldandi nógv góð úrslit á vøllinum.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder